Tú ert elskaður
Vit hava øll hasar dagarnar, har vit ganga í dimmum dølum og vit føla, at har er einki ljós í øllum myrkrinum. Vit ganga runt og vóna bert, at onkur fer at siga tað rætta, tað sum fer at fáa okkum í gott lag. Tað er ikki altíð, at vit fara í song nøgd við, hvussu dagurin gekk, og vit føla tað sum, at eingin veruliga leggur í okkum. Summi hava fleiri av hesum døgum, og onnur hava færri.
Men vit kristnu eru ikki noydd at ganga ígjøgnum hesa sváru neyð einsamøll. Vit hava jú Harran Gud, sum er kærleikin sjálvur. Ja, hesin klettur er við okkum, hvønn dag, hvønn minutt og hvørt sekund er hann hjá okkum. Og tað, sum er so lætt at gloyma, er, at hann elskar okkum, júst sum vit eru. Vit eru bert menniskju, og tí halda vit ofta, at vit skula ”pynta” okkum fyri Gudi. Men soleiðis er ikki, vit kunna koma til hansara, júst sum vit eru, sundurbrotin, í sorg, í einsemi, í gleði og ikki minst í prísan.
Mín áminning er bert: Ikki vera bangin fyri, at eingin elskar teg, tí at har eru allarhelst fleiri, enn tú veitst av, sum eru góð við teg. Og harafturat, so hevur tú ein Harra í himli, sum elskar teg treytaleyst, ja, óansæð hvussu býtt tú heldur, tú hevur uppført teg, so er hann klárur at taka ímóti tær. Í kærleika.
Tí sum Jóhannes 3,16, sigur:
”Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív”.