Tú ert fríur!

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

“Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!” (Gal 5,1)

Ein maður varð uppringdur um, at hansara geit lág yvirkoyrd við vegin. Tá maðurin kom á staðið, sá hann, at so var ikki. Onkur hevði bundið beinini á geitini og lagt hana við vegin.

Eigarin fór yvir at geitini, loysti bandið, men geitin reistist ikki. Maðurin royndi at siga við hana ”reis teg!”. Men hon varð liggjandi. Maðurin sá nú, at beinini enn lógu, sum vóru tey bundin; geitin helt, hon enn var bundin. Maðurin lyfti geitina upp á beinini og skumpaði undir geitina. NÚ rann hon avstað.

Onkuntíð eru vit sum geitin. Vit liva, sum vit enn eru bundin av synd. Her kemur eitt skump til tín: Jesus hevur fríað teg!

Latið okkum minnast til hetta og standa føst í tí, so at vit ikki detta aftur í at verða bundin.

Mín synd – á, hvør sæl henda vissa tó er!

– mín synd er til æviga tíð

út strikað, tí negld hon til krossin jú varð,

og mín sál, hon er frí, hon er frí.