Tú ert keypt/ur til frælsi

Skrivað: Mourits Mouritsen

“Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og meinaleysum lambi (1 Pæt 1,18-19).

Eg og tú eru veruliga keypt frí. Hetta hendi á Golgata, tá Jesusar blóð rann fyri teg og meg.

Tað er ikki soleiðis, at tú verður meira og meira leyskeyptur, eftir sum tú verður ein betri kristin. Leyskeypingin er ikki nakað, ein veksur upp til.

Nei, longu áðrenn tú kom til trúgv á Jesus, var tú leyskeypt/ur.

Tað er heilt avgerðandi, at hansara leyskeyping av tær livir í tínum sinni. Tú hevur kostað honum hansara dýrabara blóð. Hesin sannleiki inniber jú, at tú er elskaður so høgt av Gudi, sum tú ikki kann gera tær nakra hóming av.

At Guds einkarsonar blóð var dýrabart fyri Gudi, er ikki ringt at skilja. Tað, tú ikki kann skilja, er, at Gud elskar teg so høgt, at hann gav Jesus í títt og mítt stað.

Gud læt Jesus líða, og vit fyllast av undran og tøkk. Vit føla, at vit standa á heilagari grund. Og tað gera vit eisini, tá hjartað verður stilt andlit til andlits við hann, sum varð knústur fyri okkum.

Jesus bleiv skeldaður út, fyri at villleiða fólkið, fyri at gera uppreistur móti keisaranum og fyri at spotta Gud.

Tað var ikki líkamikið fyri hann, hvat fólkið segði. Hann yvirgav sína søk til sín himmalska faðir. Jesus hvíldi í Guds hond. Hann visti, at tað var ein, sum kendi alt. Tað var nóg mikið fyri hann.

“Hann bar sjálvur syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyðir frá syndunum, skulu liva fyri rættvísini. Við sár hansara eru tit grøddir” (1 Pæt 2,24).