Tú ert vælkomin

”Eg veit um gerningar tínar. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær, sum eingin er mentur at lata aftur; tí at tú hevur lítlan mátt, og kortini hevur tú varðveitt orð mítt og ikki avnoktað navn mítt. ”
Op.3,8

 

”Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær.” Tað er Jesus sum sigur hesi orðini. Og tað er við teg, hann sigur tey, teg, sum nú situr og lesur. Hann vil so fegin koma á tal við teg og siga tær, hvat ið hann hevur gjørt fyri teg.

Einar dyr, sum nú eru latnar upp. Tá ið talað verður um dyrnar í Bíbliuni, so er tað altíð frelsuspurningurin, ið talan er um:
”Eg eri dyrnar. Gongur nakar inn um meg, skal hann verða bjargaður, …” Soleiðis segði Jesus hina ferðina. Jóh.10,9

Vit hava brúk fyri hesi frelsuni. Tað er tí, at Jesus talar um hana. Uttan Jesus eru menniskju glatað. Bara í samfelag við Jesus finnur tú eina trygd móti Guds dómi. Tað er Jesus alt veldst um! Soleiðis hugsar Gud í frelsuspurninginum, og soleiðis skulu vit eisini hugsa.

Einar dyr, sum eru latnar upp! Tað sigur okkum, at dyrnar einaferð vóru læstar, men at Jesus læt tær upp. Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær. Jesus kom til jarðar við einari stórari frelsuuppgávu: Hann skuldi lata hin stongda vegin til Guds upp aftur. Syndin spilti sambandið millum Gud og menniskju. Dyrnar fóru í baklás. Vegurin til Guds var stongdur. Men Jesus kom. Hann bar syndir okkara til krossin. Hann var gjørdur til synd okkara vegna.

Hann tók okkara revsing, smakkaði deyðan fyri øll. Jesus rindaði okkara skuld. Hann doyði okkara deyða og læt vegin til lívið upp fyri okkum. Vit kunnu fara til Jesus eftir trúarinnar kvittan. Og trúarinnar dyr standa opnar: Tann, sum vendir sær til Jesus, verður frelstur!

Einar dyr, ið standa opnar. Tað sigur tær, at tey vænta teg. Sum ferðandi trúboðari kom eg ofta til hús um kvøldarnar. Sum oftast er úthurðin ólæst. Opin. Tey vænta meg. Onkur er, sum væntar meg. Jesus sigur tær her: Hurðin er opin. Gud væntar teg! Jesus segði einaferð líknilsið um burturvilsta sonin, hin unga drongin við teimum ríku lívsmøguleikunum.

Tú manst minnast, hvussu hann sløddi burtur allan arvin, oyðilegði alt. Tá ið hann ein dagin raknaði við, gingu tankarnir heimeftir. Hann tók eina avgerð: ”Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ” Luk.15,18. Sum hugsað so gjørt. Og tað, sum nú hendi, var heilt óvæntað: ”… Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann …” Luk.15,20. Hann møtti einum opnum favni, einari opnari hurð. Tey væntaðu hann. Hvussu leingi man Gud hava væntað teg? Hvussu leingi skal hann enn bíða, áðrenn tú kemur heim?

Einar dyr, ið standa opnar. Tað sigur tær: Tú ert vælkomin hjá Gudi! Júst soleiðis, sum hin burturvilsti sonurin var vælkomin heim til faðir sín.

Gud er góður! Um vit fingu, sum vit høvdu uppiborið, so hevði Gud læst allar dyr fyri okkum og rindað okkum samansparda løn fyri syndalív okkara. Men Gud elskar okkum og ferð við okkum í óuppibornum kærleika: ”Sí, eg havi latið dyr standa opnar fyri tær.”

Tað er Jesus, sum sigur hesi orðini! Og tað er teg, sum meint er við, teg, sum nú hevur lisið hetta stykkið at enda. Tú ert vælkomin aftur til Guds. Fyri Jesu skuld.

”Harrin loysir út teirra sál, ið honum tæna; av øllum, ið líta á hann, verður eingin sekur. ” Sálmur 34,23
”Himmelveien”. John R. Hardang. E.Campbell umsetti