”Tú hevur sigrað, Galilearin!”
”Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Og hetta skulu tit hava til merkis: Tit skulu finna eitt barn reivað og liggjandi í eini krubbu.« ”
Luk.2,11-12
Ein av teimum rómversku keisarunum, sum var argastur inn á tey kristnu, var Julian hin Fráfalni, ið var keisari í tíðarskeiðinum(361-363). Hann kallaðist fyri ”hin fráfalni”, tí hann sum yngri hevði stuðlað kristindómin, men tá hann bleiv keisari, hálsaði hann um og kom at vera heidningur ístaðin.
Heiðinskapurin fekk góð gróðrarlíkindi, meðan Julian ráddi, og tey heidnu fingu nógv framíhjárættindi, men kortini vóru tað bert heilt fá kristin, sum sviku sína trúgv og fóru yvir til heiðinskapin.
Julian var næstan 32 ára gamal, tá ið hann doyði á einari herferð ímóti persarunum í árinum 363. søgnin sigur, at áðrenn hann andaðist, rætti hann hendurnar ímóti himli og rópti: ”Tú hevur sigrað, Galilearin!”
Til endans mátti Julian ásanna, at Jesus Kristus hevði sigrað, men hetta hava mong onnur menniskju eisini verið noydd til at ásanna. Hvussu tey so royndu at berjast ímóti Kristusi, so vunnu tey ikki endaligan sigur á honum, men tey taptu. Hetta mátti mangur viðganga, ið hvussu so er, tá ið lívsins tímaglas var um at renna út.
Í menniskjaeygum sær tað fátæksligt út, at eitt barn verður føtt í eini krubbu – og fátæksligt var tað eisini; men hetta lítla barnið, tað sigraði!
Tað var nakað vanvirðisligt í tí at síggja ein mann hanga á einum krossi; men maðurin á krossinum sigraði páskamorgun!
Jesus sigraði á djevlinum og tí illa – hann stríddi stríð sítt at enda, og hann vann sigur.
Eisini vit kunnu sigra. – Um vit lata Jesus sleppa at ráða í lívi okkara, so skulu vit sigra saman við honum.
Einglarnir søgdu hina fyrstu jólanátt úti á Betlehems fløtum: ”friður á jørð, og í menniskjum góður tokki!«…” Luk.2,14 –
Ja, soleiðis ljóðaði heilsanin, men frið á jørð fáa vit ikki, uttan at Jesus vinnur sigur í menniskjahjørtum. – Lat Jesus vinna sigur í tínum hjarta, ein sigur, ið gevur tær frelsuna í lut, og tú ert við til at gera heilsanina um frið á jørð til veruleika.
Í einum trúgvandi menniskjalívi verður altíð ein bardagi, men ein bardagi, sum til endans vil føra ein sigur við sær, um ein er áhaldandi; og sigurin vil geva einum ein himmalskan frið.
Soleiðis er lívið hjá tí kristna; spennandi, innihaldsríkt og gleðiligt.
Gud gevi, at hann, sum var borin í heim jólanátt í einum fjósi í Betlehem, má vinna sigur í mínum og tínum lívi – tá er lívið vert at liva!
G.Z