Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg
”Børn míni, varið tykkum fyri avgudunum!” (1. Jóh 5,21)
Tað er ikki av tilvild, at fyrsta boðið av teimum tíggju boðunum, snýr seg um, at vit ikki mugu hava aðrar gudar enn Gud. Ein avgudur kann lýsast, sum okkurt ávíst í okkara lívi, ið vit seta hægri ella ájavnt við Gud. Hetta kann vera ymiskt, sum í sær sjálvum ikki er ringt, men illimaður kann brúka tað til at føra okkum burtur av tí smala vegnum, ið førir heim til himmals. Hesir avgudar kunnu vera so nógv til dømis telefonin, fótbóltur ella yrkisleið. Vit kunnu gerast so upptikin av ymsum her í heiminum, at vit gloyma stóru myndina og okkara ævinleika perspektiv. Alt her á jørð er so sera fáfongt og varir í stutta tíð. Gleðin og týdningurin, ið vit fáa burturúr hesum avgudum varir eisini bert í stutta tíð. Harafturímóti, um vit venda okkum til hin einasta sanna livandi Gud, ið elskar okkum so høgt, so skulu vit kenna sanna gleði og frið. Hesin livandi Gud ynskir fyrsta pláss í okkara lívi. Men tá ið vit falla og velja annað fram um hann, stendur hann ikki klárur við peikifingrinum, men stendur við opnum øðrum og bjóðar okkum eina nýggja byrjan. Lat okkum biðja Gud vísa okkum á, hvat dregur okkum burtur frá honum og geva honum fyrsta plássið í okkara lívi.