Tú og Jesus í loynikamarinum

Skrivað: Ann Thomsen

“Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær” (Matt 6,6).

Hetta versið verður ofta endurgivið, tá tosað verður um okkara persónliga andaktslív. Áhugavert er at taka versið frammanundan við. “Og tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki vera eins og falsararnir, tí at teimum líkar væl at standa og halda bøn í samkomuhúsum og á vegamótum, til tess at teir mega verða sæddir av monnum. Sanniliga sigi eg tykkum: Teir hava longu tikið upp løn sína” (Matt 6,5).

Hvussu er við tær og mær? Dámar okkum væl, tá onnur menniskju hoyra okkara vælorðaðu bønir? Sær bønarlívið einast gott út, tá vit eru saman í okkara meinigheitum og samkomum?

Hvussu sær út í “loynikamarinum”, har einki menniskja sær? Er “loynikamarið” tómt?

Bið til faðir tín, sum sær í loyndum. Gud sær og Gud veit. Gud veit, at tíðin, vit brúka í “loynikamarinum”, hevur avgerðandi týdning fyri okkara kristna lív. Gud vil hjartans fegin hitta teg í “loynikamarinum”, har tað einans eru tú og hann. Tað, sum fer fram har, verður millum teg og Gud. Gud sær og veit alt, og tí skulu vit ikki royna at fjala nakað fyri honum. Líka sum foreldur fegin vilja hoyra, hvat børn teirra hava á hjarta og ganga og hugsa um, so vil Gud tað sama. Gud vil eisini hoyra tað, sum kann tykjast lítilsvert, og tað, vit skammast um. Hóast Gud jú veit alt um okkum, vil hann, at vit siga honum tað í okkara bønum.

At verða sæddur av menniskjum kann geva eina stutta gleði. At verða sæddur av Gudi og hava samband við Gud gevur eina æviga gleði og vón. Gud gevur eisini hjálp, umsorgan, styrki og vegleiðing til okkara dagliga lív.

Bøn: Gud hjálp mær hvønn dag at brúka tíð í “loynikamarinum”.