Tvær leiðir
“Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað;”
Matt.7,13
Í hvørjum einasta menniskja eru tað tvær maktir, sum berjast um at fáa ræðið: hitt illa ella hitt góða, Satan ella Kristus. Hvønn dag í lívi okkara verða vit noydd til at velja, hvørjari makt vit skulu tæna, ella hvønn veg, vit skulu ganga: hin breiða ella hin smala.
Alt ov ofta hava vit nokk hug til at velja hin breiða vegin, hann sær so lokkandi út. Hann er breiður, og útsýnið sær út til at vera gott; alt sær út til at vera so leikandi lætt á hesum vegi, her kann ein ganga í friði og náðum í sínum egnu tonkum og bert njóta alt tað vakra, sum er at síggja. Jú, har á vegamótinum, tá ið veljast skuldi ímillum hin breiða ella hin smala vegin, tá sá hin breiði ofta út til at vera meira tekkiligur.
Gongdin byrjaði eftir tí breiða vegnum. Tað gekst væl í fyrstuni, men komin nakað á leið, uppdagaði ein eitt og annað, sum gjørdi, at ein fór at ivast, um vegurin var so góður, sum ein av fyrstan tíð hevði hildið. Ein var glaður, men merkti, at gleðin kortini var tóm. Her tóktist at vera friður, men friðurin var óektaður, tí knappliga kundi alt øsast upp rundan um ein og inni í einum, so ein visti hvørki út ella inn. Ein upplivdi, at hin breiði vegurin var møðsamur at ganga, og hann kundi fáa mangt beiskt tárið at falla.
So gjørdi ein til endans kanska tað, at ein vendi við og fór at leita eftir hinum smala vegnum. Tað var oftani torført at finna hin smala vegin aftur – at koma til vegamótið aftur. Men í síni leitan kom ein fram á ting, ið kundu hjálpa einum at finna hin smala vegin. Ein kom t.d fram við einari kirkju, einum meinigheitshúsi ella samkomuhúsi og hoyrdi sangin ljóða út og fekk hug at fara inn. Ella ein fekk hug at lesa í Bíbliuni og at biðja. Ja, vegvísarnir, sum vísa á hin smala vegin kunnu vera so nógvir, umráðandi er bert at síggja og finna teir og heinta hjálp frá teimum.
Hin smali vegurin kann tykjast at vera torførur at ganga, har er útsýnið ikki so gott, og av somu orsøk sær hann ikki so lokkandi út, men tey, sum hava roynt at gingið henda vegin, hava upplivað, at hann er nógv lættari gongdur, enn tey hildu, tá ið tey stóðu á vegamótinum. Hann er lættari í longdini, tí vegvísarin er Jesus, hann gongur undan, og vit aftaná. Sum tíðirnar líða, tímar, dagar og ár fara, so uppliva vit, at hin smali vegurin er hin rætti vegurin, ið førir heim í faðirhúsið.
Á hesum vegi uppliva vit eina gleði, sum kann fylla eitt menniskjalív við lukku, gleði og signing og ein frið, sum er ektaður. Hóast stormarnir leika, so kunnu vit hava henda friðin, sum Jesus gevur okkum, tí hann kann ikki blásast burtur av stormi ella vindi; nei, hann er grundfestur í Kristusi, og so leingi, sum vit verða í Kristusi, so eiga vit henda friðin.
Hin smali vegurin er hin rætti vegurin, tí vegvísarin er Jesus, og hann er ektaður, hann er tann, sum sigur um seg sjálvan: “ … »Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.”
Leiðir tvær bert finnast her á foldum – onnur mjá – hin breið. Hvør er okkara leið?
Leiðir tvær bert finnast her á foldum:
onnur mjá; hon førir til várt heim.
Breið hin er; hon førir mong við voldum
til ein stað við gráti, ei við gleim”.
Guttorm Zachariasen