Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær

Skrivað: Jórun Eið Johannesen

“Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær” (Jóh 13,8).

Hvussu vaska vit okkum til dømis um hendurnar? Skola vit tær bara, ella vaska vit okkum í sápuvatni? Er tað kisuvask, ella blíva vit rein? Í mannaeygum sæst kanska ikki munur á, men munurin er stórur, tað vita vit.

Jesus ballaði onki inn. Hann tosaði beint fram í kærleika. Hann segði frá vanligum hendingum úr gerandisdegnum, so at lærusveinarnir skuldu skilja tað himmalska betur. “Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær.” Einfalt og greitt. Vit kunnu hvørki turka ella káva syndina burtur, heldur ikki dekka út yvir hana. Hon er har. Men um vit siga jatakk til syndanna fyrigeving og lata hann tváa okkum, tá tekur hann ímóti okkum við opnum ørmum og sigur: Kom, alt er fyrigivið, náði mín er tær nóg mikið. Tá kann okkara barnsliga sál syngja av hjarta: Glað, glað, glað, í hjartanum er gleði, glað, glað, glað, í himli gleði er, tí Jesus kom í hjartað og reinsaði tað svarta, ja nú er einans gleði, ja gleði her.