Tvey portur – tveir vegir
”Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; ”
Matt.7,13
”Gangið inn um hitt tronga portrið…”
Guds orð sigur okkum, at til eru tveir vegir: ein mjáur og ein breiður.
Eingin annar vegur er til.
Á hesum báðum vegum mega menniskju ganga alla ta tíð, tey hava fingið til lívið úr vøggu í grøv. Men tað verður sagt, at tey ikki kunnu ganga á báðum í senn. Annaðhvørt mega tey vera á tí mjáa ella tí breiða.
Vit fáa at vita, at syndin, okkara egna hold, heimurin og djevulin, sum alt nevnist: hitt illa, leggja allar árar út fyri at fáa menniskju at ganga á tí breiða vegnum. Hetta er ofta lætt, tí menniskjað er veikt fyri álopum teirra.
Hitt illa vil blinda menniskju, fáa tey at vera dølsk og líkasæl, fáa tey at mistrúgva Gudi og at hava nóg mikið í sær sjálvum.
Hjá Gudi ræður alt um at fáa menniskju at ganga hin mjáa vegin. Til hetta arbeiðið tekur hann alt hitt góða í tænastu sína.
Gud sendi sín einasta son at vitna fyri menniskjum, at opna eygu teirra fyri hesum báðum vegunum. Hetta gjørdi Jesus Kristus við føðing síni, orði, verki, lívi og deyða sínum. Hann gekk sjálvur inn um hitt tronga portrið og eftir tí mjáa vegnum, tí í trúgv á Gud avnoktaði hann seg sjálvan; alt, hann gjørdi, var við evnum frá faðirinum í himni. Hann gekk gjøgnum trongdir og líðing í lívinum – hann var bæði í Getsemane og á Golgata, men sigraði páskamorgun á hesum øllum og gekk inn til ævigt lív.
Eftir hesum vegnum biður Jesus okkum fylgja sær gjøgnum háð og spott, atsókn, trongdir og líðing. Og aftan á likamliga deyðan lovar hann okkum at sleppa inn í Guds ríki og har í Guds bústøðum at liva í dýrd og sælu eitt ævigt lív í ljósi, í sannleika, í rættvísi, í gleði, í kærleika, í friði og við takkar-og lovsongi fyri frelsuna í trúnni á hansara fullgjørda verk.
Tey menniskju, ið ikki fylgja Jesusi á hesum vegi, men hugsa í síni líkasælu, at tað at koma í himmiríki fer kortini at laga seg onkursvegna – tey eru farin, inn um hitt víða portrið og ganga á tí breiða vegnum, ið førir til undirgangs, til myrkrið fyri uttan, til glatan, til hin æviga eldin.
Tveir vegir, men bert annar førir til lívið, eingin kemur til faðirin uttan við mær,” sigur Jesus.
Og tá ið hann einaferð varð spurdur, um tað vóru fá, ið verða frelst, svarar hann bert: ”»Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar; tí at mong, sigi eg tykkum, skulu royna at koma inn, og kunnu tað ikki. ” Luk.13,24
Og í dag sigur hann við teg: gakk inn um hitt tronga portrið!
n.