Tyngst og lættast

“Hví sært tú flísina í eyga bróður tíns, men verður ikki varur við bjálkan í tínum egna eyga?”
Matt.7,3

 

Ein av teimum sjey vísu í gamla Grikkalandi æt Thales. Hann varð einaferð spurdur, hvat var tað lættasta, og hvat ið var tað tyngsta her í lívinum. Tann gamli grikkin setti knyklar í brýr og hugsaði leingi og væl. So við eitt kom svarið. – Tað tyngsta her í lívinum er at finna síni egnu mistøk, meðan tað lættasta her í lívinum er at finna
mistøkini, onnur gera.

Sanniliga er hetta so. Tí tá alt kemur til alt er tað nokk tað tyngsta her í lívinum at viðurkenna síni egnu mistøk, veruliga at síggja tað, at tað er ein sjálvur og ikki hini, ið alla tíðina gera mistøk. Tað er nú einaferð so, at mistøkini hjá hinum kann eg neyvan rætta, men míni egnu mistøk skuldi eg havt góðar møguleikar fyri at rætta, men hetta krevur nógv meira av mær, enn tað hevði gjørt, um eg bert skuldi funnið og rættað mistøkini hjá hinum. Tað hevur verið lætt at funnið og viðurkent syndir teirra, men ikki mínar egnu. Men viðvíkjandi mínum egnu syndum, so hevði tað ført til signing fyri meg at viðurkent tær. At viðurkennast sínar syndir gevur nýggja megi til at rætta øll mistøk, ið ein hevur gjørt.

Størsta løtan í einum lívi hjá einum menniskja er, tá tað kennir, at Jesus er til reiðar og kann fyrigeva synd, og at ein viðurkend synd er yvirfyri honum tað sama, sum ein fyrigivin og gloymd synd. So ótrúligt og stórt er tað at bera heitið: syndari, frelstur av náði við trúgv á Harran Jesus Kristus.
A.J