Um lítla stund

”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.« ”
Jóh.16,16

 

Ein týdningarmikil táttur í Jesu fyrireikingararbeiði til deyða sín var at ugga lærusveinar sínar í teirra stóru sorg, sum fór at koma yvir teir, tá ið hann nú varð tikin frá teimum. Og nú fór hetta at vera um lítla stund, sigur hann við teir skíriskvøld. Men sorg teirra yvir hann skuldi vera stutt; og so skuldi hon verða vend til gleði, tí hann skuldi koma aftur til teirra, og ta gleðina skuldi eingin taka frá teimum.

 

Torført var hjá honum at fáa teir at skilja hetta. Ikki fyrr enn skírisdagur, langafríggjadagur og páskadagur vóru farnir, tá fyrst skiltu teir orð hansara: ”Um lítla stund, og tit síggja meg ikki longur, og aftur um lítla stund, tá skulu tit síggja meg.« ” (Jóh.16,16) Tríggjar dagar vardi tann stundin, teir ikki sóu hann. Men so fingu teir eisini eina gleði, sum eingin skuldi taka frá teimum – gleðina yvir at meistari teirra var yvirmaður sjálvan deyðans. Lærusveinarnir fingu at síggja, at Jesu orð vóru sonn. Aftan fyri Jesu orð er altíð veruleiki.

 

Líkasum hann uggaði teir tá á sinni við at siga, at teir aftur skuldu síggja hann um lítla stund, soleiðis uggar hann meg og teg í dag við orðunum úr Jóh.14,3, har hann talar til okkara um, at hann skal koma aftur frá faðirinum at taka okkum til sín í teir bústaðir, sum hann himmalferðardag sín fór heim at tilbúgva okkum.

 

Tað sær kanska út, sum um hann drálar at koma. Men 2000 ár er fyri Harranum sum 2 dagar. Tann dagin, hann fór til faðirin, søgdu einglarnir, at hann skuldi koma aftur á sama hátt, sum hann fór. Harrans tíðir kenna vit ikki. Vit hava orð hansara: ”Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman! ” Matt.25,13 Og tann seinasta heilsanin, hann sendi okkum, ljóðar soleiðis: ”Sí, eg komi skjótt! ”Op.22,7 Aftan fyri Jesu orð er altíð veruleiki. Um lítla stund kann hann koma í skýggjunum, og um lítla stund kann hann føra okkum burtur í deyðans svøvn. Í báðum førum eiga vit at vera vakin í bøn og trúgv til hvørja stund. Tí so satt, sum hann reis upp hin páskamorgun, so satt kemur hann aftur ”Um lítla stund …”at taka síni heim.