Umvending
”så langt som øst ligger fra vest, så langt har han fjernet vore synder fra os.”
Sálmur 103,12
F. Wisløff.
Jesus bíðar bara eftir, at syndarar skulu venda um til hansara. Náði hansara er so stór, at ikki bara Djevulin, men eisini tey heilagu og gudrøknu viðhvørt halda, at tað gongur út um alt mark.
Tey líkjast Jónasi, sum var illa við, av tí at Harrin ikki beindi fyri Nineve. Fyri Gudi er eingin synd so stór, at hann ikki vil fyrigeva. Hann vil kasta allar syndir okkara í havsins dýpi, og havið fjalir ikki bara klettar, men eisini stór fjøll. Gud letur syndina vera so langt burtur frá okkum, sum eystur er frá vestri. Hann strikar syndir okkara, sum tá ið hann fær mjørkan at lætta.
E.Campbell umsetti.