Undur eru allastaðni

Skrivað: Jannet Hanusardóttir Højgaard

“Óttast ikki, tí at eg eri við tær, lat ikki hugin bila tær, tí at eg eri Gud tín, eg styrki teg við høgru hond rættlætis míns, eg hjálpi tær og styði teg” (Jes 41,10)

Filmurin, Miracles from Heaven, byggir á veruleikan og er ein sera rørandi filmur. Kensluliga kanst tú fylgja tí ørkymlaðu mammuni, sum stríðist at finna okkurt ið kann lekja dóttir sína, sum brádliga gerst sjúk. Filmurin hevur fleiri talandi sjónarmið, serliga endin á filminum er sigandi.

Fleiri savnast í kirkjuna, bæði frá samkomuni, men eisini miðlafólk vilja hoyra mammuna greiða frá gongdini – frá tí sjúkan byrjar, til gentan verður frísk. Mamman er erlig og sigur, at hon misti álitið og trúnna á Gud, tá ið støðan bert versnaði fyri hvønn dag.

Eftir hesa drúgvu og hørðu tíð sigur mamman: at vit kunnu trúgva, at tað ikki finnast undur, ella vit kunnu síggja undur allastaðni. Vit festa ofta okkara eygu á ávísu neyðina, ið ikki tykist kunna loysast, í hesum føri at lekjast, men síggja ikki alt rundan um okkum, sum kemur til hjálpar í neyðini.

Undur eru allastaðni, sigur mamman, og filmurin vísir nú aftur á bønandi menniskju; vinir ið hjálpa, tá ið á stendur. Menniskju, sum tey ikki kenna, koma í lívið sum hjálpandi einglar og lívga um, tá ið neyðin og sorgin er størst. Filmurin vísir borðternuna, sum kennir á sær, at tær hava tørv á hjálp. Maðurin við kassan á flogvøllinum, sum dregur leidningin frá terminalinum, so at pápin og systkini sleppa at vitja, hóast ongir pengar eru at ferðast fyri. Og læknaskrivarin, sum flytur gentuna ovast á bíðilistan, so at hon kann fáa hjálp hjá tí vælumtøkta serlæknanum. Alt bert av tilvild?

Bønarsvar ella undur eru allastaðni, um vit bert geva okkum far um tey.

Heiti á filminum stendur ikki í eintali: “A Miracle from Heaven” – men sum fleiri undur: “Miracles from Heaven”. Mamman er ikki longer í iva. Undur eru allstaðni. Gud er allastaðni.

Størri enn øll mín stúran

Størri enn øll mín neyð

Gud er størri enn hvør ein vandi,

sum á vegi mínum er.

Størri enn alt eg skilji,

størri enn alt sum er.

Gud er størri enn alt, sum kemur,

og hvar leiðin enn meg ber.