Ung og gomul saman
“Men eftir hetta skal eg úthella av anda mínum yvir alt hold; synir tykkara og døtur skulu profetera; gamalmenni tykkara droyma dreymar, og ungmenni tykkara síggja sjónir” (Jóel 3,1).
Hesi vóru orðini Pætur prædikaði yvir hvítusunnudag. Hvat er Andans fyrsta og avgerandi virki Guds? Tað sigur Paulus (í 1 Kor 2,12): “Men vit hava ikki fingið anda heimsins, men andan, sum er frá Gudi, fyri at vit skulu vita, hvat ið okkum er givið av Gudi.” Tað er hetta, sum er felags fyri øll trúgvandi, ein gáva og ein uppgáva, tí alt lívið skal læra okkum at síggja alt klárari og klárari, tað Gud av náði síni veitti okkum, tá hann gav okkum sína ósigandi gávu, Jesus Kristus.
Síðan kemur, at við Andanum fylgja ein mongd av tekjum: tungutala á hvítusunnudegnum og ymiskar náðigávur. Har ímillum skulu tey ungu profetera og síggja sjónir. Tey gomlu skulu droyma dreymar. Tey ungu líta frameftir. Tey rokna við framtíðini, tey profetera, tað er, tey boða Guds orð, tey vísa á vegin fram. Tey gomlu dvølja við fortíðina. Dreymar okkara taka støði í barna- og unglingaárunum. Tá ið vit siga okkurt, so eru tað minnir, vit bera fram.
Tá er tað sera harmiligt, um eitt dýpi gerst millum tey ungu og gomlu. Tey ungu eru móð og troytt at hoyra um tað, ið hendi fyri fjøruti árum síðan. Tey gomlu eru forsyndað um teir óumhugsaðu tankar og ætlanir hjá tí unga.
Men Gud hevur nú einaferð skipað tað soleiðis, at ung og eldri búleikast lið um lið, so kann hann eisini við anda sínum fáa okkum at sita væl um sátt og bera yvir hvør við øðrum.
Lat lívsins keldur flóta,
sum bjargan okkum ber!
Lat fólkið frið tín njóta!
Og meðan tíð øll fer,
lat halgast høgt títt navn,
so faðirin kann taka sær fjølment lið í favn.
(SB 7,6)