Upphavið til gleðiboðskapin

Skrivað: Hans Karl Højgaard

”Upphavið til gleðiboðskapin um Jesus Krist, Guds son” (Mark 1,1).

Markus byrjar sítt evangelium sera einfalt. Her er ikki nakað, vit mugu vita, áðrenn vit byrja at lesa. Bara hetta er upphavið til gleðiboskapin um Jesus Krist.

Tað kann ofta tykjast, sum um vit hava hug at gera tingini eitt lítið sindur meira innviklað, enn tey í veruleikanum eru. Vit hava eisini ofta hug at gera Jesus eitt sindur meira innviklaðan, enn hann í veruleikanum er. Jesus læt seg føða inn í henda heimin, av eini jomfrú, ið nevndist Maria. Hann hevði bert eitt fyri eyga, tá hann læt seg føða inn í hendan heimin, og tað var at opna okkum ein veg aftur til Guds. Tað sambandið, sum vit mistu við syndafallinum, endurskapaði Jesus, tá hann doyði fyri okkum á krossinum. Tað er eisini tí, at vit kunnu halda jól, til minnis um Jesu føðing.

Her er ikki nakað innviklað, sum vit ikki kunnu skilja. Um vit megna at fulltakka er ein onnur søk, men við tað, at Jesus føddist í fjósinum, fingu vit øll atgongd til hansara. Og hirðarnir á markini vóru teir fyrstu at síggja og kenna, hvør Jesus var.

Tað er líka hjá hirðunum, sum tað er í fyrsta versi hjá Markusi. Her er ikki nakað, sum teir mugu skilja, men tá einglarnir siga teimum um barnið, so mugu teir fara at vita, um tað er, sum eingilin segði. Og jú, tað var júst so, sum eingilin segði, har var alt, so sum hann hevði sagt teimum.

Tí kunnu vit nú ynskja hvør øðrum eini gleðilig jól, tí vit hava gleðiboðskapin um Jesus í okkara Bíbliu. Og tí vit í trúnni hava atgongd til hesa náðina, sum vit standa í, og vit rósa okkum av vón um Guds dyrd.

Gleðilig jól og eitt Harrans vælsignað nýggjár.