Upplivingar frelsa ikki

Skrivað: Kaj Eli Hansen

”Av sonnum var hesin maður rættvísur!” Luk. 23,47
..slógu seg fyri bringuna, tá ið tær sóu, hvat ið hendi, og fóru avstað aftur. Luk. 23,48

Her hoyra vit 2 vitnisfrágreiðingar, frá ymiskum fólkum. Men báðar vitnisfrágreiðingarnar verða
sagdar út frá somu hending, nevnuliga tá ið Jesus doyði á krossinum.

Tann fyrra er frá herhøvdinganum sum var við til at krossfesta Jesus, og sikkurt hevur verði við
allan vegin niðan á Golgatha. Hann var komin til tað niðurstøðu, tá ið Jesus andaðist, at hesin maður
var nakað serligt, ja, hann var rættvísur. Við øðrum orðum, so var hann órættvísuliga dømdur.
Hina vitnisfrágreiðingina fáa vit frá mannamúgvuni sum hevur staði við Jesus kross. Eisini tey blivu
ávirkaði av tí sum tey hoyrdu og sóu, soleiðis at tað gekk teimum nær, ja, tey slógu seg fyri
bringuna.

Bæði herhøvdingurin og mannamúgvan rundan um Jesu kross, høvdu uppliva nakað heilt serligt
henda dagin á Golgatha. Men henda serliga uppliving førdi tey ikki til frelsu henda dagin.

Vit kunnu hava upplivilsir, sum seta spor í okkara lívið, og tað kunnu verða upplivilsir eisini á tí
andaliga økinum, men hesi upplivilsir kunnu ikki frelsa okkum.

Nei, tað einasta sum kann frelsa okkum, er um vit líta at manninum sum hongur á krossinum og
doyr har, men sum 3 dagar seinni reis upp, og harvið staðfestir tað sum Orðið sigur. ”..ikki er frelsa
í nøkrum øðrum; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum
vit skulu verða frelstir við (Jesu navnið)” Áps. 4,12