Uppreisnin og lívið

Skrivað: Jonhard Jógvansson

“Lázarus, kom út higar!” (Jóh 11,43)

Lázarus var deyður, og nú sótu tær báðar systrarnar, Marta og Maria, eftir við sorgini. Men Jesus hevur bæði máttin og viljan til at venda okkara sorg til gleði. Sjálvt um Lázarus hevði ligið í grøvini í fýra dagar, sigur hann kortini: ”Takið steinin frá!” (39. vers). Og tá ið teir høvdu tikið steinin frá, rópaði Jesus við harðari rødd: ”Lázarus, kom út higar!” (43. vers). Og eitt stórt undur hendi. Hin deyði gekk út úr grøvini. Hin vónleysa støðan varð vend til vón. Sorgin varð vend til gleði.

Tá ið Jesus troystar Martu og sigur, at beiggi hennara skal rísa upp (23. vers), so eru tað altso ikki tóm orð, ið hann kemur við. Nei, hann kann veruliga gera nakað við støðuna! Og tá ið hann rópar á Lázarus, so hendir eitt uppreisnarundur vegna skaparmegina í Jesu orði. Jesus talar so at siga hin deyða aftur til lívs. Hetta er tað sama, sum vit síggja í skapanarsøguni. ”Gud segði: ’Verði ljós!’ Og tað varð ljós” (1 Mós 1,3).

Jesus sær okkara tár. Hann líður og grætur saman við okkum (35. vers). Og líkasum við Martu og Mariu, kann Jesus eisini geva okkum eina vón mitt í deyðanum. Hvussu tá? Jú, tað kann hann gera, tí at hann er tann, sum hann er. Hann er nevniliga uppreisnin og lívið. Tí hendi eitt undur, tá ið Jesus rópaði: ”Lázarus, kom út higar!” Tí hendi eitt undur, tá ið Jesus sjálvur reis upp frá deyðum páskamorgun. Og tí fer eitt undur eisini at henda, tá ið Jesus á evsta degi fer at rópa á okkum: ”Kom út higar!” Hetta kunnu vit líta á, tí at Jesus er uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á hann, skal liva, um hann so doyr (25. vers).