Útgongd frá deyða

Skrivað: Frants Jensen

Guð er okkum frelsunnar Guð, hjá Harranum er útgongd frá deyða (Sálmur 68,21)

Tú hevur møguliga hoyrt tað verið sagt, at tá ið vit eru deyð, so er ikki meira. Tá er liðugt.
Tað eru nógv fólk, ið trúgva hesi útsøgnini og liva eftir henni.

Men tað er ikki hetta, sum Bíblian sigur. Guds orð gevur okkum eina vón. Eina vón um lív eftir
hetta lívið. Sálmaskaldið sigur tað so gott, at hjá Harranum er útgongd frá deyða.
Jesus nevnir hetta fleiri ferðir, og hann vísir eisini á, hvar útgongdin frá deyða er.

Hann sigur soleiðis:
”Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóh 11,25).
Skriftin vísir eisini týðiliga, at øll fólk skulu uppliva eitt lív eftir deyðan. Bæði tey, ið trúgva á
Jesus, og tey, sum ikki trúgva á hann.

”Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið,
men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.” (Jóh 3,36).

Guds orð sigur týðiliga, at tað er eingin millumvegur. Tað eru bara tveir vegir.

Tað er heldur ikki soleiðis, sum summi vilja vera við, at tá ið vit eru jarðað, so verða vit til einki.
Jú, likamið rotnar og vit vera til mold, men Guds orð sigur, at á uppreisnardegnum, so skulu øll –
og hann meinar veruliga ØLL menniskju – vakna við aftur, og har skulu vit fram fyri hansara
dómstól.

Trúgva vit á Jesus, so er tað ævigt lív fyri framman, trúgva vit ikki á Jesus, so er tað eitt ævigt lív
burtur frá Jesusi, eitt lív í glatan.

Set tí títt áliti á Jesus – trúgv á Jesus – og tú skalt eisini uppliva, at Gud er tær frelsunnar Gud,
og hjá honum er útgongd frá deyða!