Útsýni
“Og teir sungu song Mósesar, tænara Guðs, og song lambsins, og søgdu: »Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna!”
Op.15,3 (Åb.2,2-4)
Tá ið vit við lívslok, tá ið lívið so líðandi fjarar burtur, og vit vita, at stutt er eftir, og vit tá skoða út yvir okkara lív – sum náttúrligt er – tá er tað sum at vera niðri við sjógvin, niðri á lónni, og hyggja út yvir tað veldiga hav.
Eygu okkara røkka so evarska stutt, bert ein evarska lítil partur av øllum tí veldiga havi kemur inn undir sjónarring okkara, sjálvt í blikastu logn. Og tá ið so aldurnar reisa seg uppfyri, so síggja vit enn minni – so síggja vit bert hesa øgiligu aldu reisa seg og bresta ímóti lónni og hoyra aldusjóðið móti strondini.
Soleiðis er, tá ið vit skoða aftur yvir okkara lív, og eisini, tá ið vit hyggja frameftir. Vit síggja so ógvuliga stutt, og eygu okkara festa seg mest við tað øgiliga, tað ræðandi, tað sum skakaði okkum, ella tað, sum vit halda hevði so stóran týdning fyri okkum annaðhvørt til gleði ella til sorg, meðan kanska hitt mest avgerandi fyri okkum fáa vit ikki eyga á. Við lívslok kanska vit stara mest at okkara sjúku og at tí stóru aldu, sum reisir seg beint fyri okkum, og sum hóttir við at taka okkum við sær í undirgangin.
Soleiðis sum vit síggja eitt mannalív frá vøggu til grøv, tykist hetta mannalívið at vera sera fløkt – aldurnar tykjast at vera so nógvar og so høgar – og tað er ringt fyri okkum at fáa nakað útsýni, at finna nakra meining við tí, og vit skilja so lítið, tí vit síggja so stutt.
Ápostulin Jóhannes sigur frá í Opinberingsbók síni, at honum barst fyri, tá ið hann var á oynni Patmos, at verða burturryktur í andanum upp til hásæti Guds, og tá var tað sum at koma niðan á ein høgan fjallatind og líta út yvir hitt veldiga hav. Nú sá ein so nógv longri. Frá Guds hásæti sá hann alt lívið sum tað var, alla mannasøguna, alt í einum – og tá var alt øðrvísi. Hann sá “glarhav blandað við eldi” (stríð), hann sá at
“Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna!” Soleiðis var tað ikki altíð at síggja her niðri frá, “frá lónni”.
Men mannalívið er ikki so fløkt, sum tað sær út til. Gud gjørdi stór verk – hann bjargar úr vanda og leiðir okkum móti málinum – øll, sum geva seg inn undir Hansara leiðslu, sum ikki lata seg villeiða av Satan og hansara monnum.
Jóhannes sá Guds frelsta kirkjulið, sum hevði vunnið sigur, og lív teirra.
Tað var ein serstøk opinbering, ápostulin Jóhannes har fekk – ein sjón, har hann fekk at síggja alla mannasøguna, sum hon var og er, og ikki bert sína egnu.
Men í trúnni á Gud verða eisini vit eins og førd upp á fjallatind og skoða við Guds eygum út yvir lív okkara og manna, og tá mega vit syngja lovsong Mósesar á sinni við Reyðahavið: “… »Stórir og undurfullir eru gerningar tínir, Harrin Guð, tú alvaldi. Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú kongur fólkanna!”.
Ein dagin skulu vit syngja lambsins sang heima í Guds frelsta liði, og sæð har frá verður hitt størsta av øllum í mannasøguni: Jesus Kristus, krossfestur og upprisin, Frelsari okkara.
Gud hjálpi okkum at festa eygu okkara á hann.