Vakið og biðið
”Vakið og biðið, at tit mega ikki falla í freisting. Andin er fúsur, men holdið er veikt” (Mark 14,38).
Jesus hevur biðið sínar bestu vinmenn koma við sær inn í Getsemane urtagarð at vakja saman við honum, meðan hann biður til faðir sín í sínum svárastu tímum. Vinmenninir eru fúsir at stuðla honum. Men svøvnur kemur á teir, og teir megna ikki at halda seg vaknar ta tíð, ið krevst!
Vit hava mangar góðar ætlanir í okkara lívi at liva eitt reiðiligt lív; at vitja, geva, lesa í Guds Orði, biðja og so framvegis. Vit vilja nokk gjarna, men mongum brestir ætlan. Serliga tykist tað tungt at seta seg stillan í bøn og lesnaði. Vit koma kanska ikki til tað, blíva við at útseta ella finna umberingar. Og tá er vandi fyri at gerast dølskur. Freistarin hjálpir okkum at finna umberingar og doyva okkum, eins og hann doyvdi lærusveinarnar í Getsemane.
Okkara dagliga samband við Gud er andadrátturin í einum kristnum lívi. Tí er tað so umráðandi, at hóast vit ikki tíma ella orka beint nú at fara í bøn, at gera tað kortini. Og tað er kanska júst tá, vit fáa mest burturúr. Sambandið við Gud er berandi kraftin hjá einum kristnum menniskja.