Vandamikla tunga okkara
”Leggið tí av allan illskap og alt svik og fals og alla øvund og alt illmæli, ”
1.Pæt.2,1
Ein uppskrift úr Himli fyri sálir í stríði, vegna slatur og óndskap frá ”vinum”.
Kæri vinur, ver kvirrur!
Ónd tíðindi og útspillan er ein býfluguflokkur, sum samlar hunang til títt býfluguhús, um tú ert kvirrur. Men um tú berjist við tær, fara tær at stinga teg. Sjálvverja fær ongan enda, og tann, sum hevur roynt tað, gloymir tað ongantíð. Ekkóið svarar so leingi tú rópar, og óndskapurin trætar, so leingi tú vil halda ”upp á tín rætt”.
Á dett vesala lív! – Tig – tí so verður kvirt.
– Allir teir, ið taka til svørðs, skulu falla fyri svørði! Men lambið, ið tigur, tá ið teir klippa tað, má fáa harraveldi á øllum fólkum. Verðin háðar við Jesu kross, men bivar og skelvur, tá ið hann brýtur innsiglið hjá Pilatusi, og vaktarmenninir, sum skuldu halda náttarvakt, flýggja frá tí tómu grøvini. – Ver tigandi!
Ein aðalborin maður svarar ikki aftur, tá ið Miriam deilir og gevur av tonnum, men kortini er hann ikki verjuleysur! Gud skal føra tína søk.
Í gjárkvøldið sá eg ein hund uttanfyri vindeygað. Hann goyði og sparkaði við fótunum framman fyri einum øðrum hundi, sum var sjey ferðir størri enn hann sjálvur, og sum gjørdist uppaftur meira tignarligur, av tí at hann við óvanligari rógv og spekt gekk leið sína frameftir og læt sum einki. Tilburðurin segði mær hetta:
Lat heimin leika í! Um tú ert ósekur, so fær eingin sært teg. Tað er langt undir tín virðileika at geva óndskapinum hjá øðrum gætur ella lurta eftir óndum gramli og gitingum. Lat tey deila og sparka moldina upp um seg. – Ver kvirrur!
Tað góða er altíð størri og sterkari enn hitt ónda. Eg fall niður á míni knø fyri Harranum og bað um tann leyvumátt, sum kemur til sjóndar í lambsins lyndi.
Ein maður, sum eins og Dávid, stendur í vegin fyri ærusjúkuni hjá øðrum, má verða greiður yvir, at hann verður álopin frá øllum síðum, men tað er líka ógjørligt at kúga og halda einum góðum manni niðri, sum hjá mjørkanum at forða sólarrisinum ella hjá havsbylgjuni at taka fjøllini fram við strondini við sær.
Reinsað fyri misskiljing – brýnd av klandri og útspilling – reisa lyndi og muran seg í hátign, eins og kletturin trónar uppi yvir tí uppøsta havinum. Kletturin verður prýddur við perlubandi, gjørt úr aldanna skúmi, eins og Jósef við gimsteinum Fáraos. Kletturin baðar sær í havsbylgjuni og glitrar alt meira og meira, sjálvt um hann kanska undir vakurleikaviðgerðini smílist gjøgnum tár.
Tá ið Dávid verður jagstraður uppi í fjøllunum, far tú so ikki upp í herliðið hjá Sáuli at fella ein ósekan mann, tí Sául fer at falla fyri Dávidi. Tá ið Jósef verður skarndálkaður, og Dánjal verður førdur til leyvubølið, tá ið Háman hevur reist gálga sín, og verðin hevur reist sín kross, far tú so ikki upp í fjøldina, sum rópar: ”Krossfest! Krossfest!” Men tú skalt verða stillur fyri Harranum og bíða eftir Honum! Krossurin verður ofta ein trappa upp til trónuna.
Øvund og útspillan eru líka so fremmand fyri einum heilagum lívi, sum glóðin í junisólini fyri einum fiski. Okkara frumevni, okkara umhvørvi er Gud, og Gud er kærleiki. Kava niður í hansara undurfulla og óendaliga kærleikshav. Hann hevur eitt stórt hjarta fyri børnum sínum. Tú ert eygnasteinur hansara. Víst kanst tú smíla undir eygnabrún morgunroðans: – Hann skal ”lata rætt tín koma upp sum ljósið, tína rættferð sum middagskláran. ” Sálm.37,6