Vandin við ríkidømi
“Men teir, sum vilja verða ríkir, falla í freisting og snerru og mangar skilaleysar og skaðiligar girndir, sum søkkja menniskjur niður í undirgang og glatan; tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er; av teirri trá eru summir vilstir frá trúnni og hava gjøgnumstungið seg sjálvar við mongum pínslum.” (1 Tim 6:9-19)
Í Bíbliuni stendur nógv um pengar og ríkidømi. At eiga nógv verðsligt ríkidømi er í sjálvum sær ikki nøkur synd. Men tað eru samstundis nógvar ávarandi frásøgur í Bíbliuni um menniskju, ið eru vilst av røttu leiðini orsaka av pengum, ríkidømi og materialismu. Hetta er heilt víst sera viðkomandi fyri okkum føroyingar í dag. Vit liva í einum vælferðarsamfelag við ótrúliga stórum ríkidømi. Tíanverri er hetta vælsignilsi eisini við til at gera okkum andaliga dovin. Vit gerast so upptikin av heimsins trupulleikum og avbjóðingum, at vit gloyma, hvat hevur týdning. Tað munnu vera nógv, ið heldur seta sítt álit á pengarnar, ístaðin fyri Jesus. Tað kann tykjast, sum ein fín loysn her og nú, men ein dag, tá vit fara her frá, kann okkara ríkidømi ikki tryggja okkum eitt pláss í himli. Nei, tá er spurningurin “Hevur tú sett títt álit á Jesus?” alt avgerandi. Tað er mín bøn, at vit øll í okkara hjarta kunnu svara “Ja, takk Jesus!” til hendan spurning.