Vára synd og misgerða vegna
Skrivað: Jóannis Fonsdal
Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Jes 53,5
Vit dvølja ikki við krossins pínu og ræðuleikar, tí vit dyrka harðskapin, men fyri at síggja kærleikan aftanfyri.
So nógv hevur tað kostað Gudi at frelsa teg og meg! Vit mugu ongantíð gloyma, hvat okkara frelsa hevur kostað.
Vit dylja endamálið við krossinum, um vil fjala, at tað var ein valdsgerð og ein ræðulig hending. Gera vit tað, so verða vit tey týdningarmiklu boðini fyri uttan, at synd og óndskapur liggur so djúpt í okkum, at einki minni enn hesin ræðuleiki var neyðugur fyri at frelsa okkum frá Guds vreiði.
Tað innasta av Kristi líðing er ikki ein spurningur um, hvussu sterk pínan var, men at Gud var farin frá honum. Ta líðingina var Jesus einsamallur um.
Her er tað, at hann skiftir um pláss við okkum. Her er tað, at kærleiki hansara vísir seg. Tað, vit eru vitni til, tað er dómarin, ið sjálvur tekur dómin á seg, fyri at vit skuldu sleppa undan at koma í ta støðuna: at vera í ævinleikanum uttan Gud.