Varð ávarað nóg álvarsliga?

“Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir aftur fyri ta misgerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg og kortini ikki av álvara setti at teimum.”
1.Sám. 3,13

 

Nøkur ár herfyri var ein bólkur av donskum ferðafólki í vetrarfrí í Noregi. Tey búðu á einum háfjalshotelli í einum ómetaliga vøkrum landslagi. Útferðir vóru fingnar í lag, skíðirnar tiknar fram, og henda reina fjallaluftin hevði eina undursama ávirkan. Alt tóktist fara at eydnast so væl.

 

Teir síðstu dagarnar hevði kavin dungað niður. Fleiri gjáir vóru fyltar, so alt lá sum eitt hav av nýlagstum kava. Ein dagin ætlaðu ferðafólkini sær einsamøll út, tey vildu uppliva norsku náttúruna einsamøll.

 

Tey norsku hotellfólkini ávaraðu móti teimum vandamiklu, djúpu gjáunum, har tað ikki svitaðist, at tey vildu detta niður ígjøgnum, sláa seg til deyðis móti tí hvassa fjallagrótinum og so at enda – steðga niðri á botninum.

 

Ferðafólkini fóru, men tá ið tey ikki komu aftur til ásettu tíð, vórðu menn sendir út at leita eftir teimum. Tey vóru heilt horvin, og ikki fyrr enn langt aftaná funnu teir tey øll deyð niðri í einum gjáarbotni.

 

Hesin skaðatilburður vakti miklan ans, og spurt varð, um tey vórðu ávarað. Svarað varð, at tað vóru tey, og at tey vóru farin avstað og skuldu taka ábyrgdina sjálv. – Aftur varð spurt: “Varð ávarað nóg álvarsliga?”

 

Hetta fær okkum at hugsa, um vit ávara menniskju nóg álvarsliga, tá tað ræður um teirra ódeyðiligu sál.

 

Í fyrstu Sámuelsbók lesa vit um, hvussu presturin Eli nokk ávaraði synir sínar móti syndum teirra bæði móti Gudi og menniskjum, men Harrin góðtók tað ikki – tað var ikki nóg álvarsliga. Tí álegði Harrin tí unga Sámueli at siga við Eli: “Eg skal døma hús hansara til ævigar tíðir aftur fyri ta misgerð, at hann visti, at synir hansara drógu bann oman yvir seg og kortini ikki av álvara setti at teimum.” 1.Sám. 3,13.

 

Mátti hetta lært okkum at ansa gjølla eftir okkara egnu viðurskiftum við Gud og av álvara ávara onnur móti synd og ævigari glatan.

Effie Campbell týddi