Varðveitt í trúnni
“Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna” (2 Tim 4, 7).
Fyri nøkrum árum síðani; tað var um ta tíðina, tá ið sonevnda fíggjarkreppan gjørdi um seg fyrst í nítjan hundrað og níti árunum her á landi, og mong stungu í sekkin og fluttu aðrar staðir at búgva. Stórt arbeiðsloysi var, so tað stóð á hjá mongum at fáa inntøkur til dagliga tørvin. Tá las eg eitt bræv frá einum manni, sum byrjaði soleiðis: ”Tað byrjaði alt so væl; vit keyptu okkum hús, konan og eg, men so bleiv eg arbeiðsleysur, og sjúka kom uppí, og endin var, at vit mistu húsini.” Hetta brævið kom mær í huga, tá ið eg hugsaði um yvirskriftina á hesi andakt.
Jú, so vist byrjaði alt so væl, her hugsi eg um trúarlívið, tí at tað var Gud, sum tók sína hond um okkum og gav okkum vissuna um, at vit vóru hansara børn. Hann endurføddi okkum við vatni og heilagum anda, veitti okkum fyrigeving syndanna, og so varð biðið til Gud um at varðveita okkum í lívssamfelagi við hann um allar ævir.
Foreldur okkara tóku so hond um okkum við at læra okkum at halda alt tað, sum Jesus hevur boðið okkum, og hann lovaði at vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda. Vit fingu í tí stóru løtu ta heilu frelsa, sum Jesus vann okkum, tá ið hann gekk vegin á enda og tók á seg alla okkara syndaskuld. So skuldi alt verið so gott og í lagi. Hvussu gekst okkum so framyvir? Vónandi verða vit varðveitt. Lat okkum lesa sálmaversið hjá Brorson, sum hann yrkti í 1735. Tað er framvegis aktuelt.
Ei byrjað endað er, tað mást tú skilja,
tú kendi Jesus her, so frem hans vilja;
hvat hjarta tínum vil frá himni venda,
á tí tú viti skil,og slá tað niður, til
alt kríggj fær enda!