Vegurin, sannleikin og lívið
“Jesus sigur við hann: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6)
Tíðarrákið í dag sigur okkum, at tað eru nógvir sannleikar til, og at ein sjálvur skal finna lívstílin, ið hóskar seg best til einstaklingin. Tosað verður um sjálvrealisering, at náa sínum málum og dreymum, og at gera tað, sum ger ein glaðan. Í strembanini eftir lívsgleði og sannleika leitar nútíðarmenniskjan ofta í støðum, har hetta als ikki er at finna, men einans finna størri ófrið og tómleika.
Jesus sigur okkum, tað svart uppá hvítt, at hann er grundarlagið undir øllum! Uttan hann, leita vit eftir onkrum, sum ikki er at finna. Hann sigur ikki, at hann er ein vegur, ein sannleiki ella eitt lív út av fleiri øðrum møguleikum, og at tú sjálvur skalt finna røttu loysnina fyri teg. Nei, Hann er vegurin, sannleikin og lívið. Tað er bara Jesus og hansara fullgjørda verk á Golgata, sum gevur lívinum sannan týdning og innihald. Uttan hann, finna vit ikki heim til faðirin ein dag.
Men hvussu fáa vit so lut í hesum? Tað er við at játta okkara syndir og takka honum fyri, at hann vildi doyggja fyri at bjarga okkum undan syndini og dóminum.