Vegurin, sannleikin og lívið
“Jesus sigur við hann: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær” (Jóh 14,6).
Hesi kallandi orð koma frá Jesusi sjálvum.
Menniskjalívið kann samanberast við eina ferð. Hjá summum gerst lívið ein longri ferð, hjá øðrum ein stytri. Samanumtikið er eitt menniskjalív, langt ella stutt, so ómetaliga lítil partur av ævinleikanum, sum vit øll skulu fáa lut í – so ella so.
Tí er tað so ógvuliga týdningarmikið, at Jesus er við í ferðalagi okkara, at vit lata hann vera vegleiðara okkara, so vit náa málinum – tí stóra málinum, har vit øll ynskja at koma, nevniliga í Himmalin, har vit tá í ævir skulu liva saman við honum og øllum teimum, ið undan okkum eru farin og sum trúðu á navn hansara.
Men ferðin krevur fyrireiking, um hon skal eydnast.
Tá ið vit fara at ferðast, tað veri seg í samband við vinnu ella frítíð, so fyrireika vit okkum til tað, ið koma skal, og sum vit skulu vera ein partur av.
Soleiðis er eisini við ferðini til Himmals.
Latum okkum tí leita til Jesus í bøn og lesa í hansara orði og biðja hann um vísdóm og vegleiðing til vegin, sannleikan og lívið.