Vegurin til Guds er víðopin
”Og forhangið í templinum skrædnaði í tvey eftir miðjuni” (Lukas 23,45).
Forhangið skilti tað allarheilagasta í templinum frá tí heilaga, har prestarnir høvdu sína dagligu tænastu. Hetta var skipan, Gud hevði givið Mósesi í oyðimørkini, tá fyrsti halgidómurin, tjaldtemplið, skuldi byggjast. Har síggja vit, at bert einaferð um árið var atgongd inn um forhangið til tað allarheilagasta. Tað var sáttargerðardagin, tá høvuðspresturin eftir serligum forskriftum skuldi gera sátt millum Gud og fólkið.
Øll offurskipanin, sum Móses fekk frá Gudi til Ísraels fólk at fylgja, peikaði fram ímóti Kristi. Á krossinum varð hann framborin sum tað fullkomna offrið fyri synd. Við blóði hansara verður ein nýggjur sáttmáli settur í gildi, og tann gamli verður settur úr gildi. Sum tekin um hetta letur Gud forhangið skrædna úr erva og líka niður ígjøgnum. Nú er tað ikki brúk fyri einum jarðiskum høvuðspresti longur at umboða okkum fyri Guds ásjón. Vit kunnu øll koma í Jesu navni!
Skriftin samanber eisini forhangið í templinum við Jesu likam. Ikki tað at Jesus gjørdi skilnað millum Gud og menniskju, men at Jesu likam “skrædnaði”, tá hann leið og doyði likamligan deyða. Vegurin til Guds, sum hevði verið stongdur, síðani Ádam og Eva syndaðu fyrstu ferð, varð tá latin upp aftur. Við trúgv á Jesus Kristus og hansara frelsuverk kann ein og hvør okkara nú koma fram fyri Gud við síni synd, tí “blóð Jesu sonar reinsar okkum frá allari synd”, sum tað stendur (1 Jóh 1,7b).
Hetta var endamálið við Jesu komu til jarðar. At gera tað møguligt hjá okkum at koma til faðirin.
Har er opin atgongd og fyrigeving fyri alla synd.
Tað verður fest í Himli, fest í Himli!
Tú ert boðin við, eg eri boðin við.
Tað verður fest í Himli, fest í Himli,
Øll eru boðin við!