Aftur til forsíðu

Veitst tú av, at tú ert tænari Guds?

Veitst tú av, at tú ert tænari Guds?

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Tí at teir eru tænarar Guds, sum serliga hava hetta í varðveitslu (Róm 13,6).

Teir, ið krevja inn skattin, verða her nevndir tænarar Guds. Tað var tann tíð, tá ið gingið varð í ráðhúsið at gjalda skattin. Skemtiligt var mangan at síggja starvsfólkið og svara spurningum teirra: Manst tú vita, at tú ert tænari Guds?

Satt er tað, at yvirvaldið er tænari Guds. Hetta tí, at Gud unnir okkum at liva undir skipaðum viðurskiftum. Eisini tá ið takast skal í herðatoppin á brotsmonnum, so at sakleys fólk kunna liva í friði og náðum.

Á sama hátt hevur Gud mangar tænarar, sum kanska ikki sjálvir vita av tí. Sjúkrahúslæknarnir til dømis. Sagt var um ein lækna í mínum ungdómi. Hann var kendur skurðlækni. Søguna segði ein læknalesandi mær. Ein dagin, teir vóru á skurðstovuni, varð ein sjúklingur koyrdur inn. Tað sást væl, at hesin var bangin. Sjúklingurin lá við faldaðum hondum, meðan varrar hansara rørdust. Professarin mælti: “Ja, sí, hann biður sítt Faðirvár; men her er tað dekan fari eg, ið ráði fyri lív og deyða!” Neyðars lækni, hann helt seg vera sjálvan Várharra. Hann varð tað, eitt menniskja kann gerast: ein tænari Guds.

Veitst tú av, at tú ert tænari Guds? Hóast ein hevur sagt lívsstarvi sínum farvæl; hóast ein nú er eftirlønarfólk og kanska í mannaeygum er ein ónytta og bara ein ónyttug útreitsla fyri samfelagið, so má tann, ið trýr á Gud, ongantíð sleppa trúnni á, at hann er tænari Guds. Gud hevur eitt veldugt húsarhald. Tað, sum hendi, tá ið vit gjørdist gomul, var, at vit fingu eina nýggja tænastu. Hevur tú ikki varnast, hvørji ráðini eru, bið tá óræddur Gud um at vísa tær tey. Tað eru menniskju, ið hava sett okkum í eftirløn. Gud setur ikki síni børn og tænarar sum eftirlønarfólk.

Kom, friður av himni, í hjørtuni inn,
Guds dýrd til tey smáu á foldum,
og grøð tey sjúku í sál og í sinn’,
sum særdust av syndanna voldum.
(SB 470,1)

A+