Vel Jesus!

Skrivað: Mirian Mouritsen

Gjøgnum alt lívið eru tað ymisk val, ið vit skulu taka. Hvat skal ein útbúgva seg til, hvar skal ein búseta seg og so framvegis. Á ólavsøku varð val útskrivað til 1. september, og føroyingar skulu nú velja, hvør skal ráða yvir teimum ymisku avgerðunum, sum skulu takast gjøgnum tey næstu fýra árini. Valevnini eru uppstillað, og øll ynskja at fáa sítt ígjøgnum og sleppa hava sína ávirkan á samfelagið.

Men tað er eitt heilt øðrvísi og størri val, vit skulu taka, nevniliga velja at fylgja Jesusi ella velja hann frá. Jesus ynskir at verða valdur. Hann ynskir, at vit velja at fylgja honum og ganga í hansara fótasporum. Hetta val hevur eisini nógv størri týdning enn nakað annað val í lívinum. Hetta er valið, har tú velur at fylgja Jesusi og liva honum eftir og fáa eitt ævigt lív heima í Himlinum saman við honum, er eitt lívsavgerandi val, sum tú skalt taka.

Samstundis sum hetta er eitt val, ið tú skalt taka, so er hetta ein gáva, sum stendur klár til tín at taka. Jesus sigraði á tí ónda og hevur vunnið tær atgongd til ævigt lív saman við sær. Óuppiborið og óskiljandi, men sannleiki. Tað er bara ein vegur, sum førir til ævigt lív í Himli, og tað er Jesus. Hann sigur í Jóhannes 14,6 “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.”  Hetta er vegurin, sum vit skulu ganga eftir. Hetta er ikki ein av fleiri vegum, ið føra til Himmals, men hetta er vegurin. Vel tí rætta vegin at ganga á.

Missiónssangbókin 727:

Vel Jesus nú í lívsins føgru ungdómsmegi
Gev honum hjarta títt, nú heitt og lætt tað slær.
Ein vinur trúfastur hann er í sorg og gleði
Og leiða vil teg gjøgnum alt, ið møtir tær.

Niðurlag: Vel vinin besta og lat hann vera
Tín leiðara gjøgnum lívið her.
Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vil teg bera
Í gjøgnum lívið alt, til sólin undir fer.

Hvønn velur tú at fylgja?

Mirian Mouritsen, Keypmannahavn