Ver still nú, mín sál!
”Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!« ”
2.Mósebók 14,14
At kunna vera stillur fyri Gudi er ein stór gáva – ja, ein tann størsta, okkum menniskjum kann verða givin.
Guds orð sigur, at vit eiga at takka, lova og prísa Gudi fyri ta stóru gávu, Jesus Kristus, sum okkum er givin.
Men fyri at skilja virðið í gávuni, Jesus Kristus – hvussu dýrabar hon veruliga er – mega vit læra at vera still fyri Gudi. Og vilt tú læra at vera stillur fyri Gudi, so lærir Hann teg tað eisini, og tað verður tær ein gáva.
Í einum sangi syngja vit: ”Juleaften du er skøn, du kom til os med Guds søn”.
Dávid sigur í 15.sálmi sínum: Harri, hvør skal eiga høli í tjaldbúð tíni, hvør skal ljóta vist á heiliga fjalli tínum?
Vinur mín, takka og prísa Jesusi, og sig við hann soleiðis: Jesus, kom og ver gestur mín, tak bústað í hjarta mínum. Nú og altíð vil eg vera tín!
Ein slík bøn er størsta tøkk, vit kunnu geva Jesusi, og hægri kunnu vit ikki lova og prísa honum enn við at geva honum hjarta okkara. Tá fyrst verður gleðin hjá okkum rein og stór og at enda fullkomin.
Í Jóh.3,16 lesa vit: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ”
Lat okkum minnast hetta, og lat tað vera gleði okkara at takka fyri, at Gud gav okkum son sín. Tá vil Gud sjálvur gleða okkum um allar ævir.
O.J