Ver til reiðar

Skrivað: Kaj Eli Hansen

Men hetta skilja tit, at hevði húsbóndin vitað, hvønn tíma tjóvurin kom, tá mundi hann vakið og ikki latið verið innbrot í hús síni. Luk. 12,39

Endamálið við hesum líknilsinum er heilt klárt: Jesus vil ávara um vandan ikki at vera til reiðar at møta honum, tá ið hann kemur aftur.
Sum líknilsi sigur, høvdu vit vitað, nær tjóvurin kom, so høvdu vit eisini verið klár, so at tað ikki bleiv brotið inn í húsið. Men nú vita vit ikki, nær tjóvurin kemur, og tí eru vit noydd at verja og fyribyrgja sum best, um nú innbrot skuldi verið.

Somuleiðis við Jesu afturkomu. Vit vita ikki, nær Jesus kemur aftur. Sum Jesus sigur, við sínar lærusveinar í Luk. 12,40: So verið tit tá búnir, tí at tann tíma, sum tit ikki halda, kemur menniskjusonurin!»

Tað verður nógv tosað og granskað um, nær Jesu afturkoma man fara at verða. Eg sigi ikki, at henda gransking er ónyttug, men tó stendur tað so rimmar fast, at eingin kann rokna seg fram til, nær Jesus kemur aftur. Tað týdningarmesta fyri hvønn einstakan av okkum er, at vit hava tikið ímóti Jesusi sum okkara harra og frelsara, so at vit eru til reiðar at møta honum, tá ið hann kemur aftur, og tað verður sum tjóvurin, tí eingin veit dagin ella tíman.

Tak ímóti Jesusi sum tínum harra og frelsara, so tað kann verða ein gleðisdagur, tá ið hann kemur í skýnum, at taka øll síni heim í dýrdina, fyri har at liva allar ævir saman við honum.