Verðið í mær
“Verðið í mær, so verði eisini eg í tykkum” (Jóh 15,4)
Jesus spyr okkum ikki, hvussu nógv vit kunnu gera fyri hann. Hann hyggur ikki at, hvussu nógvar fruktir ella góð úrslit vit møguliga kunnu vísa á. Hann er ikki áhugaður í okkum á henda hátt. Hansara áhugi er ein heilt annar. Hann vil hava felagsskap við okkum. Hann elskar okkum sum tey menniskju, vit eru – sum syndarar. Tí skulu vit ikki pynta okkum fyri honum. Nei, vit skulu bara vera júst tey, vit eru. Jesus nýtir myndina av víntrænum. Hann er víntræið, meðan vit eru greinarnar. Tað týdningarmesta hjá greinini er at vera á trænum. Har fær hon føði og verður vard, og har trívist hon best. Tað er gott at vera í Jesusi. Eg skal ikki møða meg og gera nógvar uppgávur fyri at toknast honum. Nei, eg kann hvíla hjá honum, taka til mín úr hansara orði, leita til hansara í bøn og liva honum nær. Og so hendir tað av sær sjálvum, at greinin fer at bera frukt – uttan at eg hugsi um tað. Eru vit í Jesusi, so hava vit felagsskap við hann. Tá eiga vit eisini tað æviga lívið.