Verðið sátt við Gud!

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Vit eru tí sendiboð í Krist stað: “Verðið sátt við Gud!” (2 Kor 5,20)

Hetta er prædika Paulusar og alra ápostla, hann savnar í hesum fáu orðum: “Verðið sátt við Gud!” Eisini kann Gud senda hvønn sum helst út við hesum orðum.

Ein eldri maður kendi á sær, at hvørja ferð hann frætti, at onkur í sóknini, hann kendi, var vorðin illa sjúkur, so legði hann leiðina hagar at vitja hin sjúka. Sostatt fór hann ein dagin inn á ein bóndagarð. Hann hitti sjálvan húsbóndan í túninum, sum stóð og høgdi brenni. Hann fekk eitt prát um tann sjúka og livimáta hansara og spurdi at enda húsbóndan: “Vita tygum, um hann er sátt við Gud?” Hvat annars spurdist burtur úr vitjanini, sigur søgan einki um. Men húsbóndin, ið hevur greitt frá vitjanini, fór ongantíð at gloyma spurningin, men hugsaði um hann og sítt egna lív og setti sær sjálvum spurningin: kann eitt syndugt menniskja veruliga gerast sátt við tann stóra heilaga Gud?

Tað var í gomlum døgum, tá fólk vistu um Gud, at hann hevði góða orsøk at vera vreiður inn á tey. Men í dag halda mong menniskju, at tey hava alla orsøk at vera misnøgd inn á Gud. Tey viðgera hann sostatt sum ein, ið hevur sýnt frekan atburð – sum eitt, ið tvætlar og møsnar. Tey enntá pástanda, at eingin Gud er til. Ein hevur einaferð sagt: “Jú, Gud má vera til, hvussu kann eg annars vera illur inn á hann!”

“Verðið sátt við Gud!” Um heimurin nakrantíð hevur trongt til at hoyra hesi orð, so er tað í dag. Paulus sigur, at tað er Kristi kærleiki, ið tvingar hann at fáa hetta sagt.

Hví eru vit tá tigandi og læst?

Tað orð, at Gud í mildi seg
við krossi Krists læt blíðka
og breyt úr deyða slóð og veg,
vit eiga væl at íðka,
tí har, sum tað at hjarta fer,
fólk aftur raknar við, sum er
í syndamyrkri sovnað.
(SB 342,2)