Veri kvirr

Skrivað: Unn Justinussen

“Harrin vil berjast fyri tykkum, men tit skulu halda tykkum kvirrar!” 2. Mós. 14.14

Viðhvørt kunnu vit uppliva ágang í lívinum. Tað kann verða ymiskt, ið kann oyðileggja og taka móti frá okkum. Órættvísi, happing, forfylging og mangt annað, ið vit kunnu uppliva í hesum lívinum, sum trúgvandi. Ofta royna vit sjálvi at berjast stríðast fyri at støðan kann gerast øðrvísi og betri. Men meira vit stríðast, móðari gerast vit, og tyngri kann tað kennast.

Gud minnir okkum á, í sínum orði, at vit skulu halda okkum kvirr, ímeðan hann vil berjast fyri okkum. Hetta sigur hann við Móses, ið hevur fingið ábyrgdina av, at leiða ísraelsfólk út úr Egyptalandi. Móses møtti nógvum mótgangi á leiðini, sum viðførdu stúran og ótta. Gud vildi ikki, at Móses skuldi missa móti, men Guð vildi styrkja hann í trúnni við hesum orðum.

Guð ynskir somuleiðis at styrkja og troysta okkum við hesum orðum. Tá ið vit hava tað trupult, eiga vit at leggja alt fram fyri Guð í himlinum, og verða kvirr. Guð vil berjast fyri okkum, í sínum tíma. Vit mugu vera tolin og kvirr. Guð hoyrir altíð síni børn, og hann kennir allar okkara bardagar. Tí kunnu vit hvíla í Hansara ørmum, og vita at alt liggur í Hansara veldigu hondum.
Amen!