Verið ikki stúrnir fyri nøkrum
”Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara
koma fram fyri Guð. ” Fil 4,6
Á tann framíhjárættur! At kunna lata alt, sum eg trái eftir, alt, sum eg
ynski, koma fram fyri Guð! Guð, sum er hin almáttugi, hann, sum
hevur alt vald. Sum skapti allan heimin og alt, sum í honum er.
Hann bjóðar mær at koma til hansara við øllum, sum eg ynski.
Ofta lýsa vit Guð sum verandi okkara vinur og faðir. Og tað er rætt,
tað er hann. Men jú longri eg livi, jú meir heilagur verður Guð fyri
mær.
Eg royni at minna meg sjálva á, at tá ið eg komi fram til Guðs trónu
við mínum ynskjum, so er tað til Guð hin heilaga, eg komi. Til
hansara, sum hoyrir hvørt eitt suff. Sum sær mína fortíð, mína nútíð
og mína framtíð. Og tá ið eg komi til hansara við mínum ynskjum,
so biðji eg um, at Guð bara gevur mær tað, sum hann veit, er til
signing fyri meg. Hann má ikki geva mær tað, sum eg ynski, um tað
ikki er til signing fyri meg.
Tí eg veit ikki, hvat er best fyri meg, tað veit bara Guð. Og eg líti á, at hansara vilji fyri meg er altíð, at draga meg tættari sær og geva mær lív í yvirflóð.