Verið ikki stúrnir fyri nøkrum

Skrivað: Marjan Nielsen

“Eg eygu míni hevji til fjallana upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar” (Sl 121,1-2).

At biðja um hjálp er ikki júst tað, sum liggur fremst í okkum. Tað er heldur øvugt. Í okkum øllum liggur ein tráan eftir at klára okkum sjálv sum longst.

So leingi vit eru frísk, í góðum árum og vit hava viðgongd í lívinum, kennist lívsleið okkara, sum at ganga eftir einum góðum sløttum vegi, ja, enntá halda vit, at vit væl kunnu greiða veg okkara sjálv.

Men tað er so mangan í lívinum, at vit mugu ásanna, at vegurin ikki longur er so slættur. Tá sjúka, sorg og annar mótgangur møtir okkum. Tá leiðin førir niðan gjøgnum brattar brekkur og illgongt lendi, kann tað kennast tungt og einsligt, og vit mugu viðganga, at hetta klára vit ikki einsamøll. Úr hjálparloysinum stígur hetta neyðarrópið: “Hvaðani kemur mín hjálp?” Svarið fáa vit í sama sálmi hjá Dávidi: “Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar”.

Í trúnni á Jesus Kristus hava vit hansara egnu orð fyri, at hann vil vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda. Tí kunnu vit leggja alla stúran og ótta á hann, tí at hann hevur umsorgan fyri okkum.

“Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,6-7).