Verja móti freisting?

Skrivað: Eliesar Eið

”Men um hond tín ella fótur tín freistar teg, tá høgg hann av og kasta hann frá tær, tí at betri er tær at ganga lamin ella krypil inn til lívið enn at hava báðar hendur og báðar føtur og verða kastaður í hin æviga eldin” (Matt 18,8).

Hvussu nógv vilja vit gera fyri at verja okkum móti synd? Hvussu kunnu vit vera taktisk mótvegis freistingum? Jesus talar álvarsliga í bíbliutekstinum um, at vit verða noydd at taka víðgongdar avgerðir fyri at verja okkum móti freistingum. At høgga ein lim av er tíbetur myndatala, men tað er kortini eitt sera ógvusligt orðaval.

Vit verða noydd at traðka nøkur fet aftur, um tað er nakað afturvendandi, ið vit stríðast við. Hvat er tað, ið leiddi meg til freistingina? Eru tað summar freistingar, ið eg kann verja meg ímóti við at broyta uppá viðurskifti í mínum lívi? Hvat fyllir meg, hvørji fólk umgangist eg, er tað nakað, ið hevur eina negativa ávirkan á meg?

Ein kann spyrja so nógv, men tað hevur týdning at spyrja okkum sjálv, hvat førir meg nærri at Gudi og hvat førir meg burtur frá Gudi.