Veruleikin fær okkum aftur

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Og eins og tað er menniskjunum lagað eina ferð at doyggja, og eftir tað er dómur” (Hebr 9,27).

Sum ungur prestur, helt eg tað vera skylda hjá mær at fara inn á gólvið at vitja hjá teimum, ið ikki høvdu høvi at koma í kirkju. Eg kom so statt á gátt hjá øllum teimum gomlu í sóknini. Meg minnist ongantíð at verða illa móttikin. Tó nakað ørkymlandi stundum.

Meg minnist ein eldri mann. Hann var seingjarliggjandi. Eg bað hann um at sættast við Gud, meðan hann átti tíðina: “mær er vorðið spáað at liva, til eg verði hundrað ár”, svaraði hann. So hann helt seg eiga góða tíð at fáa tað gjørt. Tveir mánaðir seinni var hann deyður – hóast spádómin. Av sonnum ein gleðileys jarðarferð.

Tað er menniskjunnar lutur ein ferð at doyggja – og síðan dómur. Tað er veruleikin, og tað er tí ikki rætt at lata eyguni aftur fyri honum. Vit ferðast hvønn dag millum svíkjarar og drápsfólk, sum goyma seg okkara millum og sleppa undan at standa til svars fyri gerðir sínar; men fyri Gudi letur tað seg ikki gera. Hann finnur okkum.

Miskunna mær Gud og náða meg!
Til deyða eri eg sekur;
í syndini átti móðir meg,
og misgerð mín angur vekur.
(SB 276,1)