Veruligur friður
“Hann man falla sum døgg á grasið, sum æl, ið jørðina væta. Á døgum hans man rættferð blóma, og vælferð vaksa yvir alt mál” (Sl 72,6-7).
Heilt frá Káin og Ábel’sa døgum hevur verið stríð og kríggj á jørðini, og líka leingi hevur menniskjað tosað um frið. Tá roykurin endiliga legði seg eftir seinna heimsbardaga, fekk heimurin ístaðin eitt kalt kríggj. Tá Múrurin fall, roknaðu mong við, at nú fór tað endiliga at vera friður. Men ófriður, ótryggleiki og harðskapur er framvegis kring allan heim.
Allur 72. sálmur snýr seg um ein friðarkong, sum í fyrstu atløgu tykist vera Sálomon kongur, men fleiri setningar benda á, at tað ikki einans meinast við ein deyðiligan kong.
Rættvísi og friður hanga óloysandi saman, tí uttan rættvísi verður eingin friður. Soleiðis er í hesum heimi, og soleiðis er í Guds heimi.
Tí tørvar okkum ein frelsara, sum kann fáa veruligan frið í lag millum stríðandi partarnar – Gud og okkum.
Ingemann yrkir:
Friður á foldum,
menniskja, frø teg,
tær føddur frelsari er í dag.
Tað var tí, at Gud sendi son sín. Gud vildi fáa frið í lag millum okkum og seg. Jesu deyði í okkara stað og uppreisn hansara var tað, sum skuldi til. Tí eins og hann tók okkara synd á seg, tilroknar hann okkum sína rættvísi. Hon er galdandi fyri okkum, og hon er nóg sterkt grundarlag til varandi og veruligan frið. Tí veruligur friður er ein fylgja av rættvísini. Í hesum heimi og í Guds heimi. Trúgva vit á Jesus, skriva vit undir friðarsáttmálan. Ja, hann er friður okkara.
Og tá tað gongur upp fyri okkum, at Gud ikki longur er ímóti okkum, men fyri okkum, kann friðurin í hjarta okkara eisini gerast stórur.
(Andaktirnar í desember eru skrivaðar við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)