Við hvørjum eygum hyggur tú?

Skrivað: Mariann Djurhuus Poulsen

Tá vit hyggja at okkum sjálvum, hava vit lætt við at finna tað, sum vit ikki eru so nøgd við. Og tá vit hyggja at øðrum, samanbera vit tey ofta við okkum sjálv og hava tá eisini lætt við at gerast misnøgd. Kanska misnøgd við hini, men oftast misnøgd við okkum sjálv. Vit kundu hugsað okkum at sæð øðrvísi út, at duga okkurt betur, verið klókari, havt meira pening og so framvegis. Men hendan samanberingin er ikki til stóra gleði, tí okkara eygu síggja so avmarkað og okkara samanberingargrundarlag er so fátækt.

Tað er so avbera nógv størri og betri at hyggja at okkum sjálvum við Guds eygum. Hetta er nakað av tí, sum hann sigur um okkum:

“At tí at tú ert mær dýrmætur, mikilsverdur og kærur, gevi eg menn í endurgjald fyri teg og lati tjóðir bøta fyri lív títt” (Jes 43,4).

“Hyggið at himmalsins fuglum; teir sáa ikki, ei heldur teir heysta og bera ei heldur saman í løður, og himmalski faðir tykkara føðir teir; eru tit ikki mikið meir verdir enn teir?” (Matt 6,26)

“Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín. Gongur tú gjøgnum vøtn, tá eri eg við tær, gjøgnum streymar, tá skola teir teg ikki burtur; gongur tú gjøgnum eld, skal hann ikki brenna teg, og login ikki granda tær” (Jes 43,1-2).

“Og Gud leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” (1 Mós 1, 31)

“Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest – hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug! Tú gjørdi hann nærum til Gud, hevur krýnt hann við dýrd og við æru” (Sálm 8,4-6).

Lat okkum hyggja at øðrum og okkum sjálvum við Guds eygum heldur enn okkara.