Við Jesus í bátinum
Skrivað: Petur Absalonsen
Og hann fór upp og hótti at vindinum og segði við vatnið: “Tig, ver kvirt!” Tá makaði í vindinum, og tað varð blikalogn. Mark. 4, 39.
Vit føroyingar skilja sera væl, at lærusveinarnir eru bangnir, tá teir vóru í storminum úti á vatninum. Tí hvussu ofta hava vit ikki uppliva storm og teir skaðar, ið stormur kann gera. Men lærusveinarnir vaktu Jesus, sum hótti at vindinum og tað bleiv blikalogn.
Mangan í okkara lívi kenna vit stormar, og aldurnar skola omanyvir okkum. Og vit royna við egnari megi at vinna í land. Men tá mugu vit gera eins og lærusveinarnir. Vit mugu flýggja til Jesus. Tí tá hann er við okkum í bátinum, so hava vit einki at óttast, ikki eingongd teir stóru sjógvar, ið skola oman yvir okkum. Tí tá ið Jesus kann stilla vindin. So kann hann eisini verja ella leiða okkum ígjøgnum tær mótstøður, vit møta á lívsins vegi.
Men tó tekur Jesus ikki ræðið og stillar stormin ella leiðir okkara bát. Vit mugu gera eins og lærusveinarnir, og rópa á Jesus, og biðja hann taka róðri á okkara báti, so vit vinna í havn ella at stormurin verður stillaður.
Lat okkum minnast, at tá ið stormurin leikar í, rópa tá á Jesus. Tí hann er klárur at hjálpa. Um hann ikki hóttir at storminum, so vil hann leiða okkum ígjøgnum stormin.
So um Jesus ikki er við í tímum báti, bjóða honum so við í dag, og tú skalt ein dag, náa í Himmalsins havn.