Við Meistarans føtur

Skrivað: Andreas Andreasen

“Og hon átti eina systur, sum æt Maria; hon settist niður við føturnar á Jesusi og lyddi á talu hansara” (Luk 10,39).

Ígjøgnum dagar og ár eru tað tankar, sum vekjast og hava ávirkan á lívið. Hugsanin, hvør eri eg og hvussu eri eg fyri míni míni medmenniskju. Men tað er ikki altíð, at vit hava frímóð ella geva okkum tíð til at seta orð á tað, sum rørir okkara hjarta og okkara hugsan.

Vit møtast við Meistarans føtur.

Vit umgangast menniskju, tosa við menniskju, uppliva ymiskar mannalagnur, og til tíðir er neyðugt at rannsaka seg sjálvan í øllum hesum. Tað er eitt privilegium at kenna Gud ígjøgnum menniskjasonin Jesus Kristus, ið tosar til okkara við Heilaga Andans hjálp og orði; tá eru vit við Meistarans føtur.

Tað er eisini eitt privilegium at kunna samskifta við Jesus um ta støðu, ein er í. Eru vit ærlig, so kenna vit og uppliva vit hvønn dag, hvussu Gud leiðir og vísir okkum á hansara mildni, tolsemi, hansara langmóð, umsorgan og náði fyri okkum.

Vit hava brúk fyri hvør øðrum, øll menniskju hava brúk fyri at fáa virðing og merkja ella kenna, at tað eru menniskju ið hava umsorgan fyri tær.

Las eina grein ið norski sjúkrarøktafrøðingurin Maria Aakre hevði skrivað:

Øll menniskju hava tørv á eini lívssøgu, og tá ið deyðin stendur fyri framman, uppdaga fólk mangan, at lívssøga er kærleikssøga.

Vit hava brúk fyri hvør øðrum at siga okkara søgu, vit hava brúk fyri at verða hoyrd, vit hava brúk fyri kærleika og næstakærleika.

Marie Aakre sigur frá um ein gamlan krígsveteran frá sjóverjuni, sum vildi sleppa í bað. Hann var lamin frá bringuni og niður, hevði prostatakrabba og lá til tað síðsta. Eingin kom at vitja hann, og sum hernaðarfólk ofta eru, tóktist hann at vera harður og innistongdur.

Tá ein sjúkrarøktarfrøðingur ein dagin kemur inn á stovu hansara, sigur tann gamli maðurin, at hann fegin vil sleppa í bað. Sjúkrarøktarfrøðingurin heldur tað ikki verða ráðiligt, tí maðurin er so illa fyri. Hon sigur við hann, at tað ber ikki til, men bjóðar sær til at vaska honum, meðan hann liggur í songini.

Næsta dagin endurtekur hetta seg, og triða dagin spyr hann enn einaferð, um hann kann sleppa í bað. Sjúkrarøktarfrøðingurin hugsar seg um og slakar. Eftir sum hann so staðiliga ynskir tað, sleppur hann í bað.

Tá ið gamli maðurin er komin í baðikarið, byrjar hann at tosa við onkran, sum hann sær fyri sær. Tað vísir seg, at undir krígnum varð skip hansara søkt, allir mennirnir druknaðu uttan hann, og nú 50 ár aftaná liggur hann aftur í sjónum millum søkkandi vinmenn sínar.

Meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir sótu við tárum og lurtaðu, segði gamli hermaðurin farvæl við allar teir, sum lótu lív. Hann greiddi teimum deyðu frá, at upplivingin sum tann einasti at yvirliva hevði verið ræðulig, at hann hevði lovað sær sjálvum ongantíð aftur at vera góður við nakran.

Í 50 ár hevði kenslurúmið hjá hesum gamla manninum verið stongt, hann hevði ongantíð gift seg og átti eingin børn. Og nú hann lá fyri deyðanum, hevði hann brúk fyri at venda aftur til tað staðið, har hurðin á fyrsta sinni varð stongd. Hann hevði brúk fyri at sleppa í bað.

Dagin eftir doyði maðurin.

Vit hava brúk fyri hvør øðrum, at samskifta um okkara sorg og okkara gleði. Vit hava brúk fyri at vísa virðing fyri hvør øðrum, og at elska okkara næsta.

Vit hava øll okkara lívssøgu.

Tað skal verða rúm fyri tí einstaka, fyrst og fremst Guds orð, ið verður gjørt livandi fyri okkum, gleðiboðskapurin um Frelsaran Jesus Kristus, ið er tín og mín bjarging í hesum heimi, úr hesum heimi og inn í ævinleikan.

Við Meistarans føtur er Gud okkum nær.

Við Meistarans føtur kann tú leggja tínar byrðar frá tær.

Við Meistarans føtur kann tú lata tár tíni renna.

Við Meistarans føtur kann gleði verða lyft upp til Guds æru at kenna.