Viðurkenn trúnna

Skrivað: Sara Eið

“Hvønn dag eru vit í deyðavanda, tá ið vit siga frá trúgv okkara á Krist. Tó eru vit á lívi. Á henda hátt kemur hansara æviga lív til sjóndar í okkum. Deyðin hóttir okkum í tænastuni, men tænastan gevur tykkum lív” (2 Kor 4,11-12 í Nýggja Sáttmálanum).

Ikki er vanligt, at trúgvandi verða hótt fyri sína trúgv í Føroyum. Hetta kenna vit best uttanlands frá, men kortini kann tað viðhvørt og í ymiskum umstøðum tykjast ringt hjá okkum at viðurkenna trúgv okkara.

Sum Paulus sigur, koma vit at hava bardagar við okkara trúgv, og í summum støðum kunnu vit vera í lívsvanda, av tí at vit trúgva á frelsaran. Men tað er eisini uppbyggjandi fyri okkum at viðurkenna okkara trúgv og kempa fyri hana. Tað er ikki lætt, men vit kunnu ikki avnokta Harran.

Gud vil altíð vera við okkum, og tá vit koma í truplar umstøður og velja at líta á Gud, so sæst trúgvin í okkum og Gud gerst somuleiðis størri í okkum.