Friður veri við tykkum!
”Og átta dagar seinni vóru lærusveinar hansara aftur inni og Tummas við teimum. Jesus kemur, meðan dyrnar vóru læstar, og stóð mitt ímillum teirra og segði: »Friður veri við tykkum!« ”
Jóh.20,26
Aftan læstar dyr sótu lærusveinarnir páskakvøld. Hví? ”Av ótta fyri jødunum,” stendur. Hví? Tí Jesu uppreisn enn ikki var vorðin veruleiki fyri teimum. Hví? Tora vit at spyrja einaferð afturat? Hava vit ikki eina kenslu av, at vit sláa okkum sjálvi í andlitið?
So ríkur er gleðiboðskapurin, at hann greiðir frá, hvussu hin upprisni leitar teir óttafullu lærusveinarnar upp og sigur við teir: ”Friður veri við tykkum!” Hann skeldar teir ikki út, hóast teir hava tað uppiborið. Gjøgnum læstar dyr kemur hann til teirra fyri at hjálpa teimum aftur á føtur. Hetta er eitt orð, okkum tørvar. Í kirkjuni syngja vit sigurssálmar, og í gerandisdegnum eru vit við undirlutan. Tá ið vit eru saman við teimum, sum játta trúnna á Kristus, tala vit sterk orð um Guds náði og vald, men annars tiga vit. Men so náðigur er Harrin, at hann kemur, meðan dyrnar eru læstar. ”Verið ikki vantrúgvin, men trúgvandi,” sigur hann.
Hví kemur hann til teir óttafullu lærusveinarnar? Tí tað hóast alt var satt, at hann var óundveruligur hjá teimum. Hvat skuldu vit gjørt, um vit ikki kundu litið á, at hesi orð framvegis eru galdandi: ”Rørið, ið sundur er, skal hann ikki bróta, og skarið, ið rýkur, skal hann ikki sløkkja, til hann hevur ført rættin fram til sigurs. ” Matt.12,20 Hvat skuldu vit gjørt, um tað ikki var satt, at: ”eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta. ” 2.Tim.2,13
Hjá lærusveinunum gjørdist alt øðrvísi, og tað mugu vit ikki gloyma. Eftir hvítusunnudag vóru teir ikki at kenna aftur, óttin varð broyttur til frímóð, og við treysti vitnaðu teir um tann upprisna. Tað er stórt, at Kristus kemur til óttafullar og mótfalnar lærusveinar, sum sita handan læstar dyr. Enn størri er, at hann sendir Heilaga Andan, rekur mótloysið burtur og skapar ein her, sum hevur svørð Andans á lofti undir krossins merki. Mátti tað hent, eisini hjá okkum.
Undir krossins merki stóðu gamlir menn.
Undir krossins merki standa hetjur enn.
Skulu vit tá svíkja? Nei vit standa stinn.
Breiðið krossins merki út.