Vigaður á vágskál
”Tekel merkir: Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur.”
Dán.5,27
London er ein stórur býur, har tú kanst síggja mangt sjáldsamt. Men av øllum tí løgna, sum har er, haldi eg ikki, at eg havi sæð nakað meira áhugavert enn vágskálirnar í tí kongliga myntverkinum, har tey gera pengar.
Ein av vektunum har er so gjølla skrásett, at tú sært hin minsta munin. Um vit t.d leggja eitt pappírsark á hvørja vágskálina, so at skálirnar standa púra javnar, og so aftaná skriva navni á okkum upp á annað pappírið, so vil tann vágskálin síga niður, sum hetta pappírið liggur á.
Hesar vágskálir mugu sjálvandi vera so neyvar, tí øll pengamálini í landinum eru bundin at teimum. Í bankunum verða smápengar ikki taldir, men vigaðir. Tí má hvør einasti myntur vera heilt nágreiniliga líka tungur sum hinir, tí annars hevði onkur jú fingið fleiri pengar fyri ein pappírsseðil enn onkur annar.
Tað er eisini ein onnur orsøk til, at vektirnar mugu vera sannar og nágreiniligar. Tí tá ið metallið fer úr einum rúmi í hitt, og pengarnir at enda eru lidnir, kundi lættliga borið á, at ein myntur bleiv burtur á vegnum. Og sum tíðin gekk, kundi tað blivið nógv av tí slagnum. Tí viga tey metallið, so hvørt sum tað kemur úr einum rúmi og inn í eitt annað. Sama vektin av metalli, sum kemur inn í hesi rúmini, má eisini koma út aftur. Tá ið tað ræður um at viga silvur ella gull, kann okkurt smávegis hava nógv at týða.
Men heilt við endan av hesi tilgongdini kemur hitt mest áhugaverda. Teir lidnu pengarnir skulu vigast her at kanna, um teir eru heilt líka. Síðani verða teir býttir í tríggjar dungar – Ein dungi verður kallaður ”rættir”, annar ”ov lættir” og hin triði, ”ov tungir”. Tað er áhugavert at síggja, hvussu hesir myntir fara av sær sjálvum til tann dungan, har teir hoyra til. Tað er ógjørligt at lumpa hesar vektirnar. Kemur ein pengi, sum er ein túsundapart av einum grammi ov lættur, upp á vektina, verður hann beinanvegin skildur frá. Og er tað ein pengi, sum er eitt sindur ov tungur, fer hann eisini til viks. Teir røttu myntirnir mugu vera púra rættir.
Tá ið eg stóð og hugdi at øllum hesum vektunum, kundi eg ikki lata vera við at hugsa um ta dýrabaru læru, hesir arbeiðsmenninir fingu tann líðilanga dag; men teir mundu hava ov mikið at gera at hugsa um tað. Teir høvdu í hvussu er høvi at hugsa um, at teir alla tíðina vórðu eygleiddir og vigaðir so gjølla sum niður í ein túsundapart av einum grammi.
Um alt arbeiðið, sum tit gera, varð so gjølla eftiransað sum hesir pengarnir, hvat høvdu tit tá gjørt? Hvussu nógv hevði farið í tann dungan, sum bleiv blakaður burtur? Kanska meira enn tit halda.
Tað er eisini okkurt annað, hesar vektirnar kunnu minna okkum á. Minnast tit ikki eitt skriftstað, sum sigur: ”Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. ” Matt.12,36
Hetta fær okkum at hugsa um, at hóast vit ikki viga egnu orð okkara, so er tað ein annar, sum vigar tey. Tí tær vektirnar, sum eru í himli, eru enn neyvari, enn vektirnar á myntverkinum, og tær viga hvørja gerð og hvørt orð. Eg eri vísur í, at mong av teimum orðunum, sum vit brúka, ikki viga so nógv hjá Gudi. Tí áttu vit at ansa betur eftir orðum og hugsanum okkara.
Í Dánjals bók lesa vit um ein kong, sum spottaði Gud og rósti sær av sínum egnu stóru gerðum. Men so eina náttina, meðan hann helt eina stóra veitslu, kom ein hond til sjóndar á vegginum, og fingarnir á hesi hond fóru at skriva.
Minnist tú, hvat ið teir skrivaðu: ”Tekel merkir: Tú ert vigin á vágskál, men funnin ov lættur.” Dán.5,27.
Einglarnir høvdu hoyrt øll tey erpnu orðini, kongur hevði sagt. Og henda reypandi tala hansara varð vigað á himmalskum vágskálum og har mett so løtt sum luft. Ja, alt lív hansara sýntist at vera til einkis og virðisleyst, og hann hevði blakað burtur øll høvi at gera gott. Tí skrivaði eitt himmalskt sendiboð henda dómin um hann, og somu nátt varð Belsazzar dripin.
Einaferð, eingin veit dagin og tíman, fara vit eisini at verða vigað. Hvussu man fara at gangast okkum? Skal eisini sigast um okkum, at vit vóru ov løtt?
A.S.Maxwell. Effie Campbell umsetti