Vil eg veruliga kenna sannleikan?
Sum menniskju vilja vit kenna sannleikan. Hvussu tað heila í, við og umkring okkum er. Ella vilja vit nú veruliga tað? Kennir tú ikki støður, har tú ikki vilt vita sannleikan? Har tú ikki hevur hug at hoyra og síggja veruleikan?
Um 19. øld vann modernisman fram í vesturheiminum. Nakrar avleiðingar av hesum hugsunarhátti vóru, at trúgv ikki longur hevði nakran myndugleika. Nú var skilið í brennideplinum, tí trúgv var ikki annað enn manglandi vitan. Tað bar til at læra sannleikan at kenna við viti og skili.
Í 20. øld varð modernisman avloyst við postmodernismuni, sum nú vrakaði hugsanina hjá fyrrnevnda á hesum somu økjum. Nú hevði skilvísi ikki nakran myndugleika. Ikki skilið, men kenslan var nú í brennideplinum, tí vit og skil hevði ikki leitt menniskjuna nærri sannleikanum. Nei, nú er allur sannleiki vorðin lutfalsligur.
Jesus segði: “Sannleikans andi… skal vegleiða tykkum til allan sannleika.” Gud avdúkar mína synd: at ein moralskur mótvilji til Guds býr í mær. Hann gevur mær rættvísi: at Jesu deyði og uppreisn er ein gáva til mín, soleiðis at eisini eg skal rísa upp. Hann boðar mær dóm: at djevulin og deyðin einki vald hava á mær.