Vil tú síggja góðar dagar?

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímóti, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals” (1 Pæt 3,9-10).

Elska lívið og síggja góðar dagar, tað er jú tað, øll menniskju fegin vilja. Elska lívið er at gleða seg um tað. Tað ynskið hevur Gud lagt niður í okkum. Hann unnir okkum tað eisini. Hann vísir okkum í orði sínum, hvussu vit skulu bera okkum at fyri at gerast glað við at liva og síggja eydnuríkar dagar.

Eydnusæl eru tey, ið tikið hava við læru av Harra okkara Jesusi Kristi og ikki løna ilt við illum. Skemdarorð við skemdarorðum. Tað er tó ikki so einfalt. Eg havi hoyrt trúgvandi fólk verja øvuta hugburð við: “Sum rópað verður í skógini, verður svarað!” Jú, soleiðis gongur uttan iva vanliga manna millum, millum grannar, svágra og brøðra millum. Tí sær tað so syrgiligt út á jørðini. At møta glaðum og eydnusælum fólkum, er tí ein rættiliga sjáldsom hending.

Men, Gud havi lov, tey eru at finna. Eg spurdi ein dagin ein konfirmant um lærara hansara, sum eg visti var trúgvandi maður. Andlitið á dronginum brosaði, tá ið hann segði: “Hann er altíð í so góðum hýri!”

Ein frálíkur vitnisburður. Hugsið tykkum, um hetta var sagt um okkum.

Eg vil lætt og frítt draga andadrátt,
syngja Gudi lov, nú er horvin nátt;
bera honum tøkk hvørja morgunstund,
hóast synd og deyða er ljós mín lund.
(SB 546,2)