Vilja vit at siga ja til Guds gávu?

Havi hugsað nógv um hetta nú um páskini, hvussu Jesus fór ígjøgnum deyðan fyri okkum. Tað var sanniliga ikki ein deyði uttan pínu. Tað vísir filmurin “The passion of the Christ” øgiliga væl, at Jesus veruliga varð píndur og særdur okkara vegna. Orðini, sum vit kenna so væl í Jesaja 53,5, blíva heilt klár í hesum filminum – Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.

Jesus er ikki bara deyður fyri okkum, sum trúgva á hann. Nei, hann er deyður fyri okkum øll – ja alla mannaættina. Eisini tey sum ikki vilja hava nakað við hann at gera. Ja, eisini tey, er hann deyður fyri. Vit hava øll fingið hesa gávuna frá Gudi, sum er Jesus. Gud lat sín egna son doyggja og reisa upp, bert fyri okkara skuldir, soleiðis at vit kunnu hava ævigt lív saman við honum.

Men spurningurin er bara, um vit vilja taka ímóti hesari gávu. Taka vit ímóti hesi gávu, sum Gud hevur givið okkum, bjóða vit Jesusi inn í okkara hjarta og inn í okkara lív. Tað er mín bøn, at vit ikki bara lata hesa gávuna fara forbí okkum, men taka ímóti henni og lovað Jesusi, at taka allar okkara skuldir, sum hann longu hevur borið út á Golgata.